Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, segði á móttøkuni í hangarinum í dag, at ferðasambandið og førleikin at ferðast er fyritreytin fyri trivnaði í framkomnu Føroyum - Eg minnist, sum tað var í gjár, tá eg fyrstu ferð trein inn um gáttina í hesum bygningi fyri skjótt 13 árum síðan. Eg gjørdist ovfarin av hesi vælskipaðu, dynamisku fyritøku, ið eg annars bert kendi sum ferðamaður. Ein stálsettur og kolosalur vilji merkti fyritøkuna tá ? og ger tað enn í dag.
Á samkomuni í dag, nú Atlantsflog hevur 20 ár á baki, segði Magni Arge, at tað er hesin sami vilji og áræði til at taka upp nýggjar avbjóðingar og flyta mørk, sum hevur flutt felagið fram á leið.
- Atlantsflog er eitt felag, sum ræður yvir sjey flogførum, trimum tyrlum og 280 starvsfólkum við virksemi í fleiri londum.
Stjórin nevndi nakrar dagar í søgu felagsins, sum hann heldur hava verið meira merkisverdir enn aðrir.
- Týdningarmiklasta markið í mínari tíð varð sett, tá roknskapurin fyri 1995 fyri fyrstu ferð vísti eitt avlop ? og prógvaði, at eksperimentið bar til.
Síðan hevur avlop verið á roknskapinum øll árini.
- Vit eru errin um tey mál, vit hava rokkið higartil, 1) Ferðasamband til grannalond, 2) Títtari fráferðir, 3) Høgt reglusemi eftir umstøðunum og 4) Ment bygdaflúgving, leiting og bjarging.
Magni Arge segði, at ferðasambandið og førleikin at ferðast er fyritreytin fyri trivnaði í framkomnu Føroyum.
- Vit vita, at tað eisini er neyðugt at skapa alternativar vinnumøguleikar í Føroyum við áhugaverdum og avbjóðandi størvum til tess at gera tað áhugavert at búgva her.
Stjórin nýtti eisini høvi at takka øllum sínum starvsfólkum hjartaliga fyri ágrýtni og dugnasemi.