Ferðasambandið í Sandoy og í Hest verður nú broytt

Strandferðslan hevur ikki ráð til at hava Spógvan siglandi út í Hest, men í næstu viku kemur farmaskipið, strandferðslan hevur keypt, til landið

Strandferðslan fer nú at umskipa ferðasambandið ímillum meginlandið og Sandoynna, og ferðasambandið út í Hest.

Í hesum sambandi verður ein nýggj skipan sett í verk í næstum og hon verður galdandi til koyrandi er ígjøgnum Sandoyartunnilin.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at ávísar broytingar á Strandferðsluni gera tað neyðugt at gera ymsar tillagingar í ferðasambandinum.

Strandferðslan hevur brúkt Teistan til at sigla imillum Gomlurætt og Sandoy og samstundis hava bæði Teistin og Spógvin røkt sambandið út í Hest.

Men í ár hevur Strandferðslan ikki fingið fígging til at hava Spógvan siglandi. Hilmar Eliasen sigur, at í sambandi við fíggjarlógina í ár, søktu tey um umleið 1,5 milliónir til at hava Spógvan siglandi, men tað fingu tey ikki.

Samstundis hevur Strandferðslan keypt eitt farmaskip úr Noregi og tað skipið kemur í næstu viku og skal setast í sigling um Skopunarfjørð.

Hesar broytingarnar gera, at vit verða noydd at umskipað ferðasambandið, sigur Hilmar Eliasen.

Hann sigur, at tá ið tey fáa farmaskipið, Hasfjord, í næstu viku, fer tað at gera tað nógv lættari at leggja ferðasambandi til rættis, bæði um dagin, tá ið nógvur flutningur er, og um kvøldið, tá ið talið á ferðafólkum er lítið og einki.

Stjórin sigur, at tað er nógv virksemi í Sandoy, sum krevur nógvan farmafluting. Alingin krevur nógvan flutning, umframt at nógvur flutningur er í sambandi við Sandoyartunnilin og Dalstunnilin, sum tey eisini fara undir í næstum.

Tí lættir tað munandi um at Hasfjord nú verður sett í sigling, eisini tí, at umframt farm, tekur tað eisini 12 ferðafólk.

Sostatt fáa vit eitt skip, sum tekur nógvan farm og nøkur fá ferðafólk, samstundis sum at Teistin tekur nógv ferðafólk og eisini nakað av farmi.

Harafturat verður Spógvin tikin úr siglingini út í Hest, men stjórin í Strandferðsluni leggur dent á, at hann verður ikki tikin úr sigling fyrr enn tey hava fingið greiði á, hvussu ferðasambandið skal skipast og fyrr enn alt er komið í rættlag.

Ferðasambandið út í Hest heldur fram, men tað verður ikki við Spógvanum - og enn ber heldur ikki til at siga akkurát, hvussu nógvir túrar verða út í Hest, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Tá ið norska Farmaskipið, Hasfjord, kemur til Føroya, skal tað ikki hava nýtt fuglanavn sum øll hini skipini hjá Strandferðsluni, tí tá ið Sandoyartunnilin er tikin í brúk, verður tað selt aftur.

Annars hevur Strandferðslan kalla saman til almennan borgarafund í Skopun næsta hósdag, tann 13. februar, har tey fara at kunna almenningin um tær broytingar, sum verða í ferðasambandinum.