Ferðast millum guerrilla og ránsmenn

Tað er ein ikki heilt vandaleysur túrur, sum 22 ára gamli Eyðun Müller Thomsen fer á, tá hann á motorsúkklu skal koyra tvørtur um Andesfjøllini. Hugskotið fekk hann frá einari líknandi ferð, har koyrt varð úr Onglandi til Mongolíið.

- Tað er ein kend ferðafyritøka, The Adventurists, ið skipar fyri hesum ferðunum, og í ár er einj nýggj ruta komin á skránna. Hon gongur frá Peru til Paraguay. Talan er um tríggjar farleiðir, ein um Brasil, ein um Chile og ein um Bolivia. Vit hava valt hesa seinast nevndu, sigur Eyðun Thomsen.

Nógvar fyrireikingar skulu gerast, áðrenn fari kann verða avstað. Fleiri vaccinatiónir skulu gerast og hann hevur eisini tikið hópin av tablettum at verja seg móti alskyns sjúkum.

Og so havi eg sjálvandi eisini verið noyddur at taka koyrikort til motorsúkklu, sum Førarasetrið hevur hjálpt mær við, sigur Eyðun Thomsen.

Tað er ein ikki heilt vandaleys ferð, talan er um. Í Andesfjøllunum kann tú renna teg í bæði guerrillahermenn og ganska gemenar ránsmenn. Men útferðarlongsulin er størri enn óttin fyri vandunum.

Eyðun skal ferðast saman við einum hollendara, Joey Clarkson, sum hann hitti í fronsku Alpunum í vetur.

- Koyrt verður tveir og tveir saman í einari sonevndari Tuktuk, sum er ein motorsúkkla við einum páhangsvogni. So skiftast vit at koyra meðan hin hvílur, sigur Eyðun Thomsen.

Hann fer av landinum sunnudagin, steðgar síðani eina viku í Danmark, áðrenn leiðin gongur til Santiago í Chile. Har skulu teir fyrireika seg til ferðina, millum anað við at venja seg við veðurlagið.

Sjálv ferðin byrjar 24. oktober í Lima og endar væntandi einar tríggjar vikur seinni í Asuncion í Paraguay.