Fer at biðja um meiri pengar til nýggjan skúla í Klaksvík

Men einki verður gjørt fyrr enn greiða er fingin á nøkrum viðurskiftum

Myndina tók Pól Sundskarð

Beint eftir ólavsøku ætlar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta meiri pening til ætlanina at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Tað sigur hann, nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann um nakað røkist fyri, at gongd kemur á arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík.

 

Ein trupulleiki, sum hevur seinkað arbeiðnum, er, at skúlin verður nógv dýrari enn ætlað. Harafturat eru prísirnir nógv hækkaðir í seinastuni

 

Samstundis hevur Løgtingið játta 21 milliónir í stuðuli, men tað strekkir ikki til og tí verður arbeitt við at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka játtanina og landsstýrismaðurin sigur, at gongst sum ætlað, verður tað beint eftir ólavsøku.

 

– Av tí at tað eru fleiri partar, sum skulu fíggja verkætlanina, er neyðugt at fáa greiðu á, hvussu meirkostnaðurin av byggingini kann fíggjast, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at skúlin kann ikki fara undir byggingina, fyrrenn fíggingin er fingin í rættlag. Men í fyrsta umfari verður arbeitt við at geva skúlanum eina tilsøgn um stuðul, ið er treytað av, at Løgtingið samtykkir eina hægri játtan til byggingina.

 

Myndina tók Pól Sundskarð