Fer at geva Danmark størri vald yvir Føroyum og Grønlandi

Hvørki føroyingar ella grønlendingar taka undir við einum sermerktum uppskoti hjá konservativa flokkinum í Danmark

Konservativi flokkurin í Danmark hevur nú skotið upp, at danska stjórnin skal hava ein serliga ráðharra fyri ríkisfelagsskapinum. Talan skal vera um ein føroying ella ein grønlending og endamálið er at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum í heilsumálum, útbúgvingarmálum, vinnumálum, og øðrum málum

 

Men hvørki grønlendski fólkatingskvinnan, Aki-Matilda Høegh Dam, ella føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, taka undir við tankanum. Tey halda bæði, at hetta fer at geva donsku stjórnini størri vald yvir Grønlandi og Føroyum og fer at knýta Føroyar og Grønlandi tættari at Dnmark.

 

Aki-Matilda Høegh Dam sigur við TV2, at hetta fer ikki at styrkja ríkisfelagsskapin, sum endamálið hjá teimum konservativu annars er. Tvørturímóti fer hetta at gera ríkisfelagsskapin veikari, tí nú er ætlanin at styrkja Danmark sum hjálandaveldið við at flyta avgerðarrættin úr Grønlandi til Danmarkar. Hon vísir á, at ætlanin er at nýggja ráðið fyri ríkisfelagsskapin skal eisini umsita heilsumál, sum eru yvirtikin, men nú skal avgerðarrætturin so flytast aftur til Danmarkar.  

 

Sjúrður Skaale er samdur, tí hann sigur við TV2 í morgun, at hugsjónarliga endamálið við ætlanini er at ríkisfelagsskapurin skal standa við í allar ævir og at styrkja valdið hjá donsku stjórnini yvir Føroyum. Við hesum verður forðað fyri, at Føroyar gera avtalur við onnur lond og tað heldur hann er ein ódámligur tanki.

 

Hann spyr eisini, hvønn hesin ráðharrin í ríkisfelagsskapinum verða loyalur mótvegis. Skal hann veraloyalur mótvegis  donsku stjørnini, ella skal hann vera loyalur mótvegis Føroyum og Grønlandi, spyr føroyski fólkatingsmaðurin.