Fer at halda fram har Kristina slepti

- Eg haldi, at eg skyldi føroyingum at halda fram við teimum stóru tiltøkum, sum undankvinna mín setti á skinnarar, sigur nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum

- Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri mentan í breiðastu merking og eg haldi eisini, at eg havi okkurt at bjóða.

Tað sigur nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Óluva Klettskarð

Men hon sigur, at í fyrstu syftu hevur hon gjørt upp við seg sjálva, at hon ætlar at halda fram, har undankvinna hennara, Kristina Háfoss, slepti og at føra hennara verk víðari.

- Eg haldi at vit skylda Føroya Fólki, at tað er ein ávísur samanhangur í arbeiðnum í mentamálaráðnum og tí fari eg at halda fram við teimum stóru tiltøkum, sum Kristina Háfoss hevur lagt lunnar undir.

Í hesum sambandi nevnir hon skúladepilin, sum skal byggjast í Marknagili.

- Tað er ein av teimum heilt stóru verkætlanunum, sum tað hevur týdning at fullføra, sigur Óluva Klettskarð.

Annars heldur hon, at tað er nakað tíðliga hjá henni at gera eina greiða niðurstøðu um nøkur ávís mál, sum hon ætlar sær at fremja.

- Eg fari í fyrstu syftu at seta meg væl inn í tey mál og tey tiltøk, sum eru ígongd, áðrenn eg seti mær nøkur ávís mál, sigur hon.


Gransking er eitt hjartabarn

Óluva Klettskarð staðfestir, at hon hevur altíð stóran áhuga fyri mentamálum í breiðastu merking.

Men kortini sigur hon, at eitt av hennara stóru hjartamálum verður at menna granskingina og hon fer at gera tað, hon er ment, fyri at útvega størri játtan til gransking.

- Eg eri sannførd um, at skal føroyska samfelagið vinna framá, verður neyðugt at menna granskingina og at hækka vitanarstøðið í samfelagnum.

Hinvegin ásannar hon, at tað fer at verða eitt tungt tak, tí ætlaði skúladepilin fer at krevja rættiliga stóra fíggjarorku tey næstu árini.

- Tað verður ikki lætt, men eg trúgvi upp á tað.

Hon vil kortini ikki nakað ávíst um, á hvørjum øki, vit serliga eiga at leggja dent á at granska.

- Eg ætli mær ikki at koma til nakra óumhugsaða niðurstøðu, tí eg ætli mær seta meg væl og virðiliga inn í støðuna fyrst.

Øll framkomin lond seta sær sum mál at brúka 3% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking. Í Føroyum eru vit ómetaliga langt frá, tí er brúka vit ikki meiri enn áleið 0,7% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking. Ístaðin fyri at skerja ríkisveitingina úr Danmark, hví so ikki fáa politiska semju um at marka ein ávísan part av honum til gransking og menning?

- Tjóðveldið hevur sum yvirskipað mál at loysa Føroyar frá danska búskapinum og vit halda, at einasta loysnin fyri framtíðini, er, at vit húsast innanfyri okkara egnu fíggjarligu karmar og menna føroyska samfelagið til sjálvbjargni og framburð út frá okkara egna, fíggjarliga tilfeingi.

- Men mentan er nógv annað enn gransking, tí tað fevnir eisini um ítrótt, fólkakirkju og onnur málsøki, sum eg eisini gleði meg at arbeiða við.

Er tað nøkur ávís øki í landinum, sum eiga at verða raðfest í sambandi við mentanarlig átøk og útbyggingar?

- Eg eri landsstýriskvinna fyri alt landið og eg haldi at tað er neyðugt at hugsa um alt landið. Men eg haldi kortini, at hvat viðvíkur vitanarstovnum, mentanarstovnum, granskingarstovnum, skúlum og útbúgvingum, stendur støðan í Norðoyggum ikki mát við tað búskaparligu styrki, sum liggur í økinum.

At útbyggja mentanarøkið kring alt landið, er bara ein styrki fyri landsins búskap, leggur hon afturat.


Vandi seg við tankan

Tað kom ikki so øgiliga óvart á Óluvu Klettskarð, at henni fór at standa í boðið at verða landsstýrisfólk í mentamálum.

- Tá ið landsstýrisfólk skulu veljast, hevur Tjóðveldið eina fasta mannagongd og sum ein av tinglimum floksins, eri eg við í teirri tilgongdini, so eg fekk eitt ávíst høvi at venja meg við tankan, sigur hon.

Men tá ið hon segði ja, var tað sjálvandi tí, at hon heldur seg hava nakað at bjóða upp á í sessinum sum landsstýriskvinna .

- Eg eri skúlafólk og havi fingið í føroyska skúlanum frá tí lítla bygdarskúlanum í Haraldssundi til lærdum háskúla. Eg havi eisini siti í ymsum nevndum undir mentamálaráðnum, sum hava við skúlaskap at gera.

Hon er eisini virkandi nevndarformaður í Leikalund í Klaksvík.

Óluva Klettskarð er 43 ára gomul og úr Haraldsundi. Hon býr í Klaksvík og undirvísir á Studentaskúlanum á Kambsdali og HF í Klaksvík.

Hon undirvísir í føroyskum og í søgu.

Óluvá Klettskarð er gift við Andrassi Sólstein og eigur dreingirnar Páll, sum er føddur í 1990 og Ára, sum er føddur í 2001.

Á seinasta løgtingsvali fekk Óluva Klettskarð 158 atkvøður, og hon er nummar 14 á listanum hjá Tjóðveldinum. Í hesum sambandi hevur hon fleiri ferðir havt sæti á tingi. Sum nummar 14 er hon næsti tiltakslimur Tjóðveldisins á Løgtingi við tað, at trý tingfólk hava lagt sessin frá sær tí tey eru landsstýrisfólk, eins og Sjúður Skaale eisini hevur farloyvi úr løgtinginum, meðan hann røkir fólkatingsarbeiðið.

Í løtuni hava Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk farloyvi og tí hevur Óluva Klettskarð í løtuni sæti á løgtingi.

Nú løgmaður hevur tilnevnt Óluvu Klettskarð sum landsstýrisfólk, er Sólfríð Fjallsbak í Miðvági næst á listanum hjá Tjóðveldinum.