Fer at kava í allan samlan dag

Íslendska veðurtænastan Belgingur boðar frá avfalli um alt landið í allan samlan dag. Kavaælini fara í ein útnyrðing og meðan tey sleppa Suðuroynni og Sandoynni fyrrapartin, fer tað at kava líka til klokkan átta í kvøld í Sundalagnum.

 

Restin av landinum gongur tó ikki heilt frí, tí hóast veðurkortini ikki vísa kavaflykrur har, so boðar hann frá avfalli í størri og minni mun um alt landið í allan dag. Suðuroyggin fær tó frið eina løtu seinnapartin og Sandoyggin einaferð í kvøld.

 

Sambært Belgingur er eisini møguleiki fyri kavaælum norðanfyri í morginárini.

 

Norsku veðurtænasturnar Yr og Storm boða heldur ikki frá frægari veðri, tó at har vænta tey at tað verður vátaslettingur og regn heldur enn kavi, tí hitin verður eitt sindur hægri.

 

Danska DMI væntar eisini kava ella vátasletting meginpartin av degnum um meginpartin av landinum, men sigur samstundis, at fólk í Sundalagnum kunnu vænta kava og vátasletting líka til út móti midnátt fríggjakvøldið.

 

Storm boðar frá nógvum vindi í dag, upp í 20 m/s við hørðum hvirlum, til út móti kvøldið, tá hann fer at makað vindin nakað. Yr, DMI og Belgingur eru ikki líka svartskygdir og vænta, at hann fer at maka vindin frá miðdegi.

 

Landsverk mælir altso fólkum til at fylgja við koyrilíkindunum á heimasíðu síni í dag.