Fer at leggja lønarmálið hjá tingfólki fyri flokkarnar

Bjørt Samuelsen fer nú at tosa við politisku flokkarnar at vita, um undirtøka er fyri at hækka lønini og lækka pensjónini hjá tingfólki

 

Tað er ikki greitt, um og hvør fer at leggja møguligt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá tingfólki. Talan er um at taka av sera gullrandaðu pensjónsskipanina, sum tingfólk hava, og í staðin rinda teimum eitt pensjónsgjald oman á lønina, sum sambært uppskotinum frá arbeiðsbólki er 15 prosent.

Men av tí at tingfólk missa pensjón, so verður mælt til at lønin hækkar. Hon hækkar so sløk 15 prosent úr úr 46.373,69 krónum um mánaðin upp í 53.058,39 krónur um mánaðin. Tey missa tó 2.000 krónur í skattafríum ískoyti.

Lesið eisini: Tingfólk fáa lønarlyft og pensjónlækking

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at hon nú fer at tosa við politisku flokkarnar um uppskotið at vita, um undirtøka er fyri tí. Hon veit heldur ikki enn um og hvør skal leggja tað fram, sigur hon.

Tá Løgtingið fyri 10 árum síðani samtykti at gera líkandi broytingar við løn og eftirløn hjá landsstýrisfólki lá eisini í kortini, at hetta eisini skuldi gerast fyri tingfólk. Hóast trý løgtingsval hava verið síðani, so er einki broytt enn.