Fer at menna tónleikin

Reinsaríið, ið nú skal umvælast og gerast til eitt rútmiskt spælistað, kemur óivað at menna tónleikin framyvir.

Orð: Marianna Holm Jacobsen

Tað heldur James Olsen, tónleikamaður, ið fegnast um ætlaninar við nýggja spælistaðnum.
- Eg haldi, at tað er feitt, at tónleikararnir nú fáa eitt stað at spæla í, tí Perlan er ikki egna til tónleikavirksemi, sum nú er. Ljóðviðurskiftini eru eisini munandi betri í reinsarínum, enn tey eru í Perluni, sigur James Olsen.
Tónleikabólkar hava í longri tíð ikki ikki havt eitt fast stað við nøktandi karmum at spæla tónleik í. Mong spæla í Margarinfabrikkini, men har er long bíðirøð, og øll sleppa ikki framat. Tí heldur James, at tað er alneyðugt við einum nýggjum spælistaði.
- Tónleikabólkarnir kunnu fáa motivatión at spæla tónleik, og eg vænti, at føroyskur tónleikur kemur í menning, sigur James Olsen.