Tað stundar til EM-finaluna í endaspælinum, sum hevur verið spælt í Fraklandi seinasta mánaðin. Aftaná 50 spældar dystir og 107 mál er klárt til finaluna, ið verður spæld í morgin ímillum vertstjóðina Frakland og Portugal. Dysturin verður spældur á tjóðarleikvøllinum í Fraklandi, Stade de France.
Í dag og í morgin fer in.fo sum upptakt til finaluna at spyrja seks spurningar til fótbóltskendar føroyingar um, hvat teir hava hildið um endaspælið, ið skjótt er farið aftur um bak.
Tann fyrsti at svara teimum seks spurningunum er venjarin hjá TB, Sigfríður Skaale Clementsen.
Hvat heldur tú um EM higartil?
- Hetta hevur verið eitt øðrvísi EM-endaspæl, tí at nógv fleiri smátjóðir hava luttikið enn áður. Tað hevur havt sína sjarmu, men tað hevur eisini havt sínar vansar. Dystirnir eru blivnir øðrvísi, tí at tað eru fleiri dystir ímillum favorittar og underdogs, har tað hava verið fleiri lið, sum í størri mun bara hava spælt fyri ikki at tapa.
Besti spælari?
- Eg tippaði undan endaspælinum, at fór at blíva Antoine Griezmann hjá Fraklandi, og tann tippingin hevur hildið. Hann hevur víst í hesum EM-endaspælinum, at hann hevur eitt høgt støði.
Hvat lið hevur tikið teg á bóli?
- Ísland var eitt sera jaligt yvirraskilsi, og ikki at gloyma Wales. Tað eru tey bæði londini, sum standa sterkast í minninum.
Hvørjum liði ert tú mest vónbrotin av?
- Tað má vera Ongland. Ongland dumpaði við einum braki ímóti Íslandi. Hinar stórtjóðirnar hava tapt ímót øðrum stórtjóðum.
Hvat fert tú at minnast EM fyri?
- Eg fari at minnast EM-endaspælið fyri avrikini hjá Íslandi og eisini, at Frakland sum væntað vann EM á heimavølli - tað vænti eg.
Hvør vinnur EM finaluna?
- Eg væntaði frá byrjan av, at Frakland fór at vinna EM, og tí pástandinum haldi eg fast við. Tað er ein sjálvsagdur fyrimunur at vera á heimavølli. Tað verður tó ein tættur dystur, tí at Portugal hevur eina góða verju.