Eldrarøkt
Eitt nýtt røktarheim í Vági fer at skapa trygg, almenn arbeiðspláss, sum vit hava harðliga brúk fyri.
Tað var ein grundgeving hjá borgarstjóranum, Kirstin, Strøm Bech á býráðsfundi í Vági fríggjakvøldið, tá ið hon heitti á býráðið um at samtykkja eittuppskot um at Vágs Kommuna skuldi søkja landsstýrið um stuðul til at byggja ellis- og røktarheim í Vági saman við sumbingum, porkenningum og hovbingum.
Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, varð uppskotið samtykt.
Kirstin Strøm Bech segði, at tað, sum lá í kortinum, var at søkja um stuðul til eitt heim við 32 plássum.
Talan skuldi bæði vera um eitt ellis- og røktarheim og um eitt heim til minnisveik. Men talan skuldi eisini vera um pláss til umlætting.
- Á einum slíkum heimi eru eini 39 fulltíðar arbeiðspláss, men av tí, at nógv arbeiða niðursetta tíð á hesum øki, verður mett, at talan verður um eini 62 starvsfólk á einum slíkum heimi.
Hon vísti eisini á, at tað var harðliga brúk fyri arbeiðsplássum til konufólk í Suðuroy.
Í uppskotinum, sum býráðið samtykti fríggjakvøldið, liggur eisini, at møguleikin skal standa opin fyri at Tvøroyri, Hvalba og Fámjin kundi koma upp í verkætlanina seinni.
Hon duldi ikki fyri, at hetta var eitt hjartamál hjá henni, tí hon helt, at tað hevði stóran týdning at skipa so fyri, at tey eldru kundi verða verandi í nærumhvørvinum.
Eggja kvinnum at fara í skúla
Hans Joensen, býráðslimur, sum var ímóti ætlanini, metti, at tað fór at vera torført at fáa starvsfólk til øll hesi arbeiðsplássini.
Í hesum sambandi varð víst á, at heilsuskúlin byrjar í ár at taka næmingar upp til tað víðkaðu útbygvingina og borgarstjórin helt ikki, at tey kundu lata vera við at byggja, bara tí at tey ikki væntaðu at fáa starvsfólk.
Tvørturímóti metti hon, at júst hetta fór at eggja nógvum kvinnum at fara á heilsuskúlan.
Hon vísti eisini á, at ein kanning vísir, at tørvur er á 33 búplássum til eldri í Suðuroy og at fólkasamasetingin er so, at hesin tørvur fer bara at veksa.