Fer at taka drúgva tíð

Tað ber ikki til at siga nakað serligt um kanningararbeiðið uttan tað, at tað fer at taka drúgva tíð at fáa greiði á øllum spurningunum, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti

Hósdagin og fríggjadagin vóru kriminalteknikarar frá danska Rejseholdet í Føroyum og kannaðu gerningsstaðið á Marknalíð 3 í Havn.
Eg fái ikki sagt nakað um, hvat teir funnu fram til, sigur Bergleif Brimvík.
Líkskurðurin vísti, at tað var ein løstur frá einum knívi, ið var orsøkin til, at 61 ára gamli maðurin lat lív.Vit hava nógvar avhoyringar at fremja enn, tað verið seg í familjuni hjá tí 68 ára gamla skuldsetta manninum, ella tey nærmastu hjá Poul Danielsen, sigur Bergleif Brimvík.
Skuldsetti maúrin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, og tá tann tíðin er farin, skal maðurin fyri ein dómara aftur.
Tað hendir eingin avkláring innan ta tíð. Talan verður um drúgvar kanningar, sigur Bergleif Brimvík.
Hann er annars ikki serliga tíðindafróður, og sigur seg ikki kunna siga nakað meira ítøkiligt í málinum.
Tað kunnu jú dukka nýggj nøvn upp í kanningararbeiðinum, tað er ikki til at siga. Tað einasta eg fái sagt heilt ítøkiliga er, at kanningararbeiðið fer at taka langa tíð, sigur Bergleif Brimvík.