Tekur stig ímóti bønar­rúmum og niqab á útbúgv­ingar­stovnum

Danska forsætisráðfrúan fer at banna niqab á útbúgvingarstovnum og biðja leiðsluna taka bønarrúm burtur, sigur hon.

Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú vil ikki gera eitt beinleiðis forboð móti bønarrúmum á útbúgvingarstovnum. Tað skal gerast gjøgnum samrøðu við stovnarnar. (Arkivmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað eru hol í lóggávuni, sum loyva muslimskum sosialum eftirliti og kúgan av kvinnum á útbúgvingarstovnum í Danmark.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, sum á grundlógardegnum boðar frá nýggjum tiltøkum móti átrúnaðarligum ritualum, sum fylla útbúgvingarøkið.

- Gud hevur víkiskyldu. Tú hevur rætt til at vera trúgvandi og røkja tína trúgv, men fólkaræði hevur forrætt, sigur hon við Ritzau.

Serliga fer forsætisráðfrúan at víðka forboðið móti at tildekka seg seg til at galda á útbúgvingarstovnum, soleiðis at tað verður bannað at vera í islamska niqabinum í til dømis skúlastovu.

Hon vil eisini hava bønarrúm burtur úr útbúgvingarstovnum.

- Tað er ikki sambærligt við fólkaræðið at kúga gentur og kvinnur við at krevja, at tær skulu vera fullkomiliga dekkaðar, sigur Mette Frederiksen.

Tildekningsorboðið frá 2018 hevur higartil bert fevnt um almenn rúm og ikki um skúlar og útbúgvingar.

Tað var “eitt mistak”, at tað varð avmarkað á henda hátt, heldur Mette Frederiksen nú.

Tað er eisini avgerandi, at bønarrúm eru sett á stovn í fleiri útbúgvingum seinastu árini.

Í útbúgvingum skulu næmingarnir kunna vera leysir av átrúnaðarligum trýsti, heldur forsætisráðfrúan.

- Hetta letur seg ikki gera, um til dømis eitt muslimskt bønarrúm er, haðani sosialt eftirlit og kúgan sprettur á útbúgvingarstovnum.

Tá tað snýr seg um átakið at taka bønarrúmini burtur, vil Mette Frederiksen ikki gera eitt beinleiðis statsbann.

Í staðin skulu ráðharrarnir fyri skúla- og útbúgving, sum eru Mattias Tesfaye úr Javnaðarflokkinum og Christina Egelund úr Moderatunum, gera greitt í samrøðu við universitetini, at eingi bønarrúm skulu vera í útbúgvingarstovnunum. Ein loysn skal finnast í felag.

- Tað er ikki eitt kjak um, hvørt vit vilja tað ella ikki. Vit taka aktivt støðu til, at vit ikki ynskja tað, tí tað verður brúkt sum mekanisma fyri kúgan móti gentum og potentielt eisini dreingjum, sigur Mette Frederiksen.

Tiltøkini stava frá kommissiónini fyri gloymdu kvinnustríðnum, sum fyrr í ár mælti til somu inntriv.

Sagt varð, at tey vóru vitandi um dømi um, at næmingar vóru í niqab á útbúgvingum, uttan at vita tað nágreiniliga.

Mette Frederiksen hevur heldur onga hóming av, hvussu stórt fyribrigdið er.

- Fyri meg er tað ikki bara umfangið, sum er avgerandi. Eg eri forsætisráðfrú í Danmark. Eg eri eisini kvinna. Og eg toli ikki kvinnukúgan.

Kjakið um bønarrúm á útbúgvingarstovnum hevur verið í eina tíð, og forsætisráðfrúan heldur ikki, at bønarrúmini kunnu hava nakra jaliga ávirkan.

Spurningur: Mette Frederiksen, kann møguleikin at biðja eina bøn undir útbúgvingini ikki vera ein hjálpandi hond at tryggja sosialan mobilitet hjá ungum, sum koma úr strongum trúarheimum?

- Hatta keypi eg ikki. Tað má eg siga. Sum samfelag kunnu vit ikki rúma okkum til fanatismu. Vit kunnu heilt einfalt ikki. Vit mugu halda fast um, at tað er fólkaræði, sum definerar samfelagslívið, sigur hon.

Tað skal ikki vera pláss fyri "ekstremismu" í einum skúla, leggur forsætisráðfrúan afturat.

Spurningur: Nýtist ein vanlig bøn at vera ekstremisma?

- Tú ert vælkomin at hava tína trúgv, men tá tú ert í skúla, ert tú har fyri at vera í skúla og fáa tína útbúgving, sigur Mette Frederiksen.

Forboðið móti at dekka høvdið er upprunaliga frá stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen undir leiðslu av Vinstra í 2018.

Í dag kann hann "heilt erliga" ikki greiða frá, hví tað ikki er galdandi, tá tú kemur inn á ein útbúgvingarstovn.

- Tað gevur onga meining, sigur hann við Ritzau hósdagin.

Tað er nokk ikki nakar stórur trupulleiki, heldur hann - men tað skal framvegis bannast.

Tá tað kemur til bønarrúm á skúlum og útbúgvingartiltøkum, so er Løkke púra samdur í, at tað verður gjørt gjøgnum dialog og uttan forboð.

Tað skal gerast skynsamliga, sigur hann.

- Tí vit hava ikki brúk fyri fólki, sum liggja í kantinum og undir trappurúmum ella aðrastaðni við sínum bønarteppum.

 

/Ritzau/

 

Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú vil ikki gera eitt beinleiðis forboð móti bønarrúmum á útbúgvingarstovnum. Tað skal gerast gjøgnum samrøðu við stovnarnar. (Arkivmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix