Fer at taka upp aftur longri tíð at koppseta øll fyri koronu

Nú missa vit eit slag av koppingarevni afturat

Myndugleikarnir í Danmark hava beint nú gjørt av at gevast at brúka koppingarevni fyri koronu frá Johnson og Johnson. Tað hava fleiri miðlar í Danmark nú frætt av einum fundi ímillum politisku flokkarnar.

Har upplysti danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, at avgerð er tikin um at gevast at brúka koppingarevni frá Johnson og Johnson, tí illgruni er um at tað hevur elvt til blóðpropp hjá fólki, sum eru koppsett við tí. Annars vóru útlit fyri, at nettupp koppingarevnið frá Johnson og Johnson skuldi hava ein stóran leiklut í koppingarætlanini í Danmark, tí tey gera so stórar nøgdir av koppingarevni.

Áður hava myndugleikarnir eisini gjørt av at gevast brúka koppingarevnið frá Astrazeneca av somu orsøk.

Hetta merkir, at nú fer tað at taka væl longri tíð at koppseta øll, enn tað upprunaliga var ætlanin. Annas var ætlanin, at øll yvir 50 skuldu vera kopssett nakað út í august, men nú er vandi fyri, at tað dregur enn longur út.

Tað er heldur ikki óhugsandi, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri, hvussu skjótt danska samfelagið verður latið upp aftur – og tað fer eisini at ávirka støðuna í Føroyum.

Myndugleikarnir í Danmark viðgera eisini um koppingarevnið frá Astrazeneca skal standa teimum í boði, sum vilja hava tað, men eingin støða er tikin. Spurningur er eisini, hvørja lagnu koppingarevnið frá Johnson og Johnson fær. Men alt hetta eru spurningar, sum verða viðgjørdir í løtuni.