Ferðatrupulleikar

»At rejse er at leve«, sigur H. C. Andersen, og tað vil eg eisini siga, tá ið tað gongur nøkurlunda eftir ætlan; men tá ið tú ferðast, kanst tú eisini uppliva troyttandi túrar, sum eitt nú tá ið vit komu upp til Føroya.

Vit vóru heimanífrá av Miðsælandi sunnudagin tann 12. juli kl. 06. Tá høvdu vit hoyrt, at tað var verkfall, men vit høvdu einki annað at gera, uttan at møta rættstundis. Vit skuldu flúgva við Mærsk kl. 10.00. Tá ið vit vóru komin til Kastrup, stóð á talvuni, at flogfarið skuldi fara kl. 11.00. Vit checka inn sum vanligt, og so upp á at bíða eftir »gate-nummari«, men har kom einki.

Um 11-tíðina kom at standa á talvuni, at fráferð skuldi verða kl. 13.00. Flogfarið fleyg ikki kl. 13.00 og slett ikki tann dagin. Vit vórðu nú koyrd á hotel fyri náttina.

Morgunin eftir er støðan tann, at eitt flogfar fer kl. 7.00, og næsta tíð er kl. 11.00 og nú skuldi eingin ivi verið, tí at tað stóð »Det er bekræftet«.

Nú vóru tað ikki bert vit 4, men rættiliga nógv, sum saman við okkum vóru fegin um at sleppa avstað. Vit koma á flogvøllin, checka inn, og aftur upp á at bíða. Kl. 11.00 máttu vit ásanna, at »Det er bekræftet« ikki var at líta á. Somuleiðis vóru klokkutølini 13.00, 14.00, 14.30 heldur ikki alítandi.

14.45 var flogfarið klárt at fara og og nøkur av okkum, sum høvdu ferðaseðil 12. juli, sluppu við. Eftir stóð tann størra helvtin, men vit fingu boð um, at Mærsk fór at royna at fáa okkum við einum eykaflogfari. So fáa vit at vita at nøkur okkara kundu sleppa úr Billund. Hvør skuldi nú sleppa við? Lutakast!!!

Nú vóru vit uml. 20 ferðandi eftir og sjálvsagt miseydnaðist »royndin« at fáa nakað eykaflogfar...

Aftur á hotell, har vit nú fóru at kenna okkum sum heima. Dagin eftir, 14. juli, gekk alt sum fótur í hosu. Flogfarið lendir í Føroyum í øllum góðum, og so er bert eftir at fáa viðførið út ? men gakk ? nú standa vit aftur sum lundi sligin á nevið, við ongum viðføri.

Nú er fríggjadagur 17. juli, og enn er einki viðføri komið.

Tað, sum eg eri ónøgdur við er, at øll boð til okkara frá flogfelagnum vóru tann kolasvarta lygn úr enda í annan. Hví ikki siga sum var!

At enda vil eg siga, at einki var at finnast at hotell- og matumstøðunum.


Tórur Johannesen