Ferðavinna framtíðin í Nólsoy

Arbeitt hevur verið miðvíst í nakrar mánaðir til tess at gera Nólsoy til eina ferðavinnuoyggj burturav Á fundinum í Nólsoy í gjárkvøldið legði Randi Frederiksberg fyri við at greiða frá arbeiðinum at skapa karmar fyri einari blómandi ferðavinnu í oynni.

Randi metti, at eini 50-60 fólk tilsamans høvdu tikið lut í arbeiðinum so ella so, og at eini seks-átta fólk regluliga høvdu havt fundir aðru hvørja viku til tess at fáa alt klárt til summarið.

Talan er um eina verkætlan, ið umfatar trý hús, faldarar, heimasíðu, føroyakvøld og annað.

Talan verður í fyrsta lagi um eina kunningarstovu, sum verður gjørd í einum gomlum pakkhúsi, sum er umvælt. Har verður dagligur leiðari settur at taka sær av øllum tí vanliga kunningararbeiðinum. Í Kjallaranum verður so innrættað eitt Ovasavn, har báturin Diana Victoria verður at síggja umframt aðrir lutir, sum Ove fekk í sambandi við bragdi at rógva til Danmarkar.

Hartil verður gamli handilin hjá Edvard Hansen, sonevnda Pakkhúsið, nýtt til sølustað fyri føroyska lutir, sum bygdarfólkið hevur tilvirkað.

Selja upplivingar

Arbeitt hevur eisini verið við at gera serlig pakkatilboð til skúlar og barnagarðar. Í hesum sambandi er eisini ætlanin er inndraga Avhaldashúsið og kanska eisini barnagarðin, so til ber at skifta blæur og tílíkt.

Hetta skulu vera pakkar, ið umfata leikur, matpakkar og annað.

Eisini eru nakrir gongutúrar lagdir til rættis, eitt nú út á Borðuna, suður í Dalar við vitjan Uppi í Skipi á vegnum og túr eystur á Flaggstongina. Framman undan eru drunnhvítatúrarnir hjá Jens Kjeld Jensen bæði kendir og vælumtóktir.

Til tess at kunna um møguleikarnar hevur fyriskipingarbólkurin lagt til rættis faldarar, sum verða at fáa á heilum fimm ymsum málum, umframt at ein heimasíða verður við upplýsandi tilfari. Eisini hava hugskot verið frammi um at skipa fyri føroyakvøldum og »dans på bryggan«.

Roknað verður við, at nýggja kunningarstovan í Nólsoy kann verða klár at taka móti gestum tá hesin mánaðin fer at halla.