Ferðavinnan: Færri gistingar

Í kjalarvørrinum av, at føroyska ferðavinnan hevur upplivað ein stóran vøkstur farnu árini, hava fleiri fyritøkur sæð vakstrarmøguleikar í at byggja nýggj gistingarhús. Tí er tað kanska eitt sindur óvæntað, at nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at færri gistingar vóru í Føroyum fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.


- Tað vóru 76.303 gistinætur í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 1.494 ella 2% færri enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.


At talan er um merkisverd tøl sæst eisini aftur í, at hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at talið av gistinætur minkar annan ársfjórðing samanborið við undanfarna ár.


- Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið oman fyri talið sama mánað árið frammanundan – uttan í ár, tí nú liggja tølini fyri allan annan ársfjórðing – apríl, mai og serliga juni – niðan fyri annan ársfjórðing í fjør, skrivar Hagstovan.


Hagtølini hjá Hagstovan fortelja tó ikki alla søguna, tí tey umfata ikki gistingar gjøgnum airbnb, tí stovnurin hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.