Ferðavinnan í Sandoynni reisir seg

So endiliga hendi nakað á ferðavinnuøkinum í Sandoynni. Alt meðan feløg sum hundalond hava stungið seg upp runt um í landinum, hava sandoyingar onki gjørt við hesa vinnu. Men nú tykist glið vera komið á

Eli Hentze


Á almennum fundi í ungmannafelagshúsinum á Sandi 14. juli í ár varð felag stovnað ferðavinnuni í Sandoyar sýslu til frama. Umframt Sandoynna eru skúvoyingar og tey á Stóra Dímum heimahoyrandi í Sandoyar sýslu. Ein arbeiðsnevnd er sett at virka til næsta aðalfund, sum verður í februar ár 2000. Øll húski í sýsluni hava nú um dagarnar fingið skriv frá felagnum, ið vónar at undirtøkan verður góð. Øllum stendur í boði at tekna seg sum lim í felagnum.

Arbeiðsnevndin, ið er mannað av sjey fólkum, er longu farin til verka. Limirnir í nevndini hava nærum allir okkurt tilknýti til ferðavinnu í Sandoynni.

Fyrsta tiltakið á skránni er ein gongutúrur í Húsavíkar-Dals kommunu 5. september. Bussur fer frá Virkinum á Sandi kl. 14.00 út á Skarvanes haðani gingið verður til Dals. Úr Dali verður gingið til Húsavíkar eftir gomlu gøtuni. Hanus Undir Leitunum verður vegvísari. Hanus er framúr frásøgumaður og sagt verður um hann, at hann kennir hvørja steinpirru har um leiðir.

Túrurin endar í Café 31, har møguleiki er at hita seg við einum drekkamunni, meðan greitt verður frá virksemi felagsins nú og framyvir.

Felagið, ið enn onki navn hevur, hevur havt fund regluliga síðani stovnanina. Í hesi vikuni er fundur við bygdarráðini í oynni. Umráðandi er, at tey av fullum huga taka lut í ætlanunum at fáa ferðavinnuna upp á beinini. Sandoyggin eigur avgjørt ikki at smæðast burtur, men halda seg framat, tí náttúran og umstøðurnar at njóta hennara vakurleika finnast neyvan betri. Arbeitt verður í løtuni við at fáa skipaði viðurskifti viðvíkjandi fisking í vøtnunum. Í løtuni er Sandoyggin als ikki nevnd í faldaranum, ið Ferðaráðið gevur út um fisking. Hetta er nakað, ið felagið í Sandoynni hevur sett sær fyri at gera nakað við, sjálvsagt!

Skotin Paul Young frá Discovery Channel, ið nýliga hevur gjørt film um fisking í Føroyum, sá út til at stórtrívast á Sands Vatni.

Tá tosað verður um ferðavinnu er sera umráðandi at tænastan er í lagi. Umráðandi er, at ferðafólk, um tey so eru føroysk ella útlendsk, kunnu fáa sær greiðar upplýsingar um tað, ið oyggin hevur at bjóða. Stóran týdning hevur tað eisini at praktisk viðurskifti eru í lagi, so sum WC og skelti, ið greitt vísa vegin. Sum skilst skuldu allar bygdirnar um ikki so langa tíð havt hesi viðurskifti í lagi.

Nýstovnaða felagið fer á fundinum við bygdarráðini at umrøða spurningin at opna eina kunningarstovu. Væntandi og vónandi fara bygdarráðini at stuðla hesi ætlan. Um tað eydnast at stovnseta kunningarstovu er bert eftir at avgreiða, hvar hon skal vera. Í hesum døgum verður hotellið heima á Sandi umvælt, og ein møguleiki er kanska at hava kunningarstovuna á hotellinum.

Sum skilst eru ambitiónirnar stórar, og tað skulu tær eisini vera. Arbeitt verður við at gera ein faldara fyri Sandoyar sýslu, Bed and Breakfast í hvørjari bygd, pakkatúrar fyri avoyggjafólk o.s.fr.

So er bert eftir at vóna at Sandoyggin, hesin grøni vakri slættin, framyvir verður staðið, har ferðafólk fara at leita eftir friði og vakrari náttúru, og verður summarið næsta ár eins gott og í ár, so er bara at pakka taskuna og hyggja í ferðaætlanina nær nýggja sandoyarfergan fer og minnast til at hava svimjibuksur og bikini í taskuni.