Karmarnir um eina munadygga ferðavinnu eru nú til staðar í Nólsoy, og tey, sum hava við vinnuna at gera, eru avgjørd í, at hetta skal gerast ein lønandi vinna Fólk vóru »vilt imponerað« av øllum tí, ið Nólsoy hevur at bjóða ferðandi. Ikki bara útlendingum, men so sanniliga eisini føroyingum.
- Tit hava einki at smæðast burtur fyri. Hetta er líka hugtakandi sum tað, tey kunnu bjóða í Blásastovu ella í Kirkjubø!
Orðini eigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, eftir at hann og restin av tí áleið 25-30 fólk stóra fylginum úr Havn komu út aftur úr varðveittu húsunum í Brunn.
Og rætt er tað. Nólsoy hevur mangt og mikið av gomlum at bjóða fram til øll ferðandi, her av landi ella fremmandafólk.
Morgunin byrjaði av álvara, tá Silja Star stutt fyri hálvgum níggju gjáramorgunin kom til Nólsoyar við hópinum av umboðum fyri bæði Tórshavnar býráði og ferðavinnuni í Føroyum. Har var borgarstjórin, Heðin Mortensen, varaborgarstjórin, Jógvan Arge og Elin Lindenskov, forkvinna í mentanar- og umhvørvisnevndini hjá býráðnum. Umframt eitt fleirtal av umsitingini í býráðnum, teirra millum eisini kunningarstjórin, Edvard í Skorini Joensen.
Leiðarin av kunningarstovuni í Havn, Ingigerð á Trøðni, fekk ikki komið saman við hinum, men hon kom kortini eitt lítið sindur seinkað, og kundi eisini verða við til sjálva móttøkuna.
Nógv forvitnisligt
Tá Silja Star hevði »avleverað« sína dýrabæru last á molanum í Nólsoy, bjóðaði Nicolaj Falck ? sum saman við unnustuni Sonju Heritsdóttir fer at standa fyri kunningarstovuni ? vælkomin og leiddi ferðalagið á eina lítla rundferð í bygdini, so tey kundu síggja, hvat forvitnisligt nólsoyingar hava at bjóða teimum vitjandi.
Byrjað var í Avhaldshúsinum, har Guðrun Hansen greiddi frá ætlanunum við hesum húsi. Avhaldshúsið skal gerast karmur um vitjanir uttanífrá av serliga barnagørðum og frítíðarskúlum, men eisini vanligum skúlaflokkum. Ein ørgrynna av slíkum vitja í Nólsoy um sumrarnar, men higartil hevur trupulleikin verið, at tey ongastaðni hava havt at halda til, meðan tey hava verið í bygdini. Nú skal Avhaldshúsið so gerast tann karmurin, og umframt leikur til bæði uttan- og innandurða syrgir kunningarstovan eisini fyri bæði matpakka og »millummála« til tey vitjandi. Somuleiðis verður eisini møguleiki hjá familjum at taka seg saman og vitja í Nólsoy um vikuskiftini innan somu karmar.
Í sambandi við stóru ætlanina er eisini latin upp ein heimavirkissøla. Hetta er í Pakkhúsinum, har Edvard Hansen, sáli, í fleiri ár hevðí handil ? heilt fram til 1980. Inni har fer at bera til at keypa ymiskt, sum nólsoyingar sjálvir hava virkað til.
Hagani gekk leiðin um gamla posthúsið, ið framvegis er í nýtslu, til urtagarðin í bygdini, har Jens Kjeld Jensen hevur plantað hópin av »føroyskum« trøum. Hetta greiddi hann ferðalagnum frá, og hóast trøini upprunaliga eru innflutt, so hava vit megnað at ment hesar urtir soleiðis, at tær standa seg í føroyska veðurlagnum og við nógva saltinum, sum havið sprænir inn yvir okkum.
Og so stóð vitjan í Brunn-húsunum á skránni. Her hevur Anna Thomsen verið ein rættilig eldsál, og tað er ikki minst henni at takka, at húsini í dag standa so væl verðveitt við øllum sínum gomlu lutum, sum í veruleikanum eru mentanarskattir. Øll vóru bergtikin av húsunum og tað, tey goyma ? ikki minst varaborgarstjórin, Jógvan Arge.
Petersens Pakkhús
Síðani var stundin komin at vitja sjálva kunningarstovuna, sum heldur til í einum gomlum pakkhúsum, Petersens Pakkhúsi, sum tað eitur millum manna.
Pakkhúsið er bygt í 1787, upprunaliga at turka fisk í, men seinni varð tað umbygt soleiðis, at tað kundi húsa fyrsta handli, sum menn vita um í Nólsoy. Petersen sjálvur hevði eisini handil, men hesin var í hansara egnu sethúsum, sum í dag eru friðað. Parið, ið fer at standa fyri kunningarstovuni, hava umvælt húsini hjá Petersen í gomlum stíli og búgva har í dag.
Upprunaliga var tað ikki fyri at rúma kunningarstovu, at Eirikur Sundar Hansen byrjaði at ganga á gamla eigaran av Petersens Pakkhúsi fyri at fáa hann at selja sær bygningin. Eirik er vorðin svágur Ova Joensen, sála, og tað var fyri at tryggja bátinum, Dianu Victoriu, trygt og nássligt høli, at Eirikur keypti pakkhúsið.
Men síðani kom hann við í tann arbeiðs- og áhugabólkin, sum Tórshavnar Kommuna eftir áheitan frá Kristin Holm, sála, fekk sett á stovn. Harfrá mentist tankin um, at gera Petersens Pakkhús til kunningarstovu.
Í dag virkar pakkhúsið so sum »museum« fyri bátinum hjá Ova í kjallaranum og sum kunningarstova á miðhæddini. Á loftinum verður so køkur og toilett.
Tað má sigast, at áhugabólkurin hevur verið ógvuliga ágrýtin og hevur lagt ótrúligar kreftir í, ógvuliga væl stuðlað av einari eldhugaðari Randi Frederiksberg, vinnuráðgeva hjá Tórshavnar Kommunu. Í góðum samstarvi hava tey bygt alt hetta upp, og drúgva fyrireikingararbeiðið merkir vónandi, at móttøkan á kunningarstøðini í Nólsoy í gjár bara er byrjanin til stóru ætlanina um Nólsoy, sum eina ferðavinnuoyggj.