Arbeiðið við at orða ein almennan ferðavinnupolitik fór í gongd síðst í 1999. Nevndini, sum varð sett at orða politikkin fekk soljóðandi orðing sum endamálsorðing: ?at orða uppskot um, hvussu tað
almenna kann vera við til at skipa og menna Føroyar sum ferðamannaland, soleiðis at ferðavinnan verður ein meiri týðandi táttur í samfelagsbúskapinum?.
Nevndin, sum varð sett at orða politikkin varð mannað av: · Atli Eiriksson, fulltrúi í Vinnumálastýrinum, formaður og skrivari íarbeiðsbólkinum, Petur Oliver í Hoyvík, formaður í stýri Ferðaráðsins, Annika W. Joensen, stjóri, Ferðaráð Føroya, Hjørdis Zachariassen, innlendisdeild Ferðaráðsins,Uni Danielsen, stjóri, Flogfelag Føroya, formaður í Gistingarhús- ogMatstovufelag Føroya og Fríðun Hansen, deildarleiðari á Smyril Line.
Síðan Annika W. Joensen fór í annað starv, hevur Heri Niclasen, stjóri Ferðaráðsins, verið limur í bólkinum.
Uppskotið hevur verið til ummælis síðani apríl í ár, og innkomnu viðmerkingarnar eru samanvið uppskotinum samanskrivað til hetta nýggja uppskotið umferðavinnupolitikk.
Síðani heuvr ein minni bólkur, samansettur av Hera Niclasen, stjóra á Ferðaráðnum, Kjartani Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni og Evu H. Bennicke, fulltrúa í Vínnumálastýrinum, hevur samanskrivað
uppskotið til politikkin.
Í tøkum tíma
Tað var Eva H. Bennicke, sum vegna bæði nevnd og bólk handaði Bjarna Djurholm, landsstýrismanni uppskotið. Eva H. Bennicke legði fram, hvat bólkurin hevði lagt dent á. Hon vísti eisini á, at tað er nøkur viðurskifti, sum fella uttanfyri økið hjá vinnumálastýrinum. Uppskotið er umbiðið av vinnumálastýrinum. í uppskotinum verður tað, eftir førimuni, útgreina í sambandi við endamálsorðingina.
Uppskotið er rættiliga stutt í mun til onnur líknandi uppskot. Einans tólv A4 síður telur uppskotið. Upprunaliga uppskotið var munandi longri. Tað, at tað er stytt so mikið, er eisini nakað, sum bólkurin, ið samanskrivaði uppskotið, hevur lagt seg eftir. Bjarna Djurholm, landsstýrismaður, fegnaðist eisini yvir, at uppskotið var so mikið stutt, soleiðis at tað ikki bert vóru tey, sum vórðu noydd at lesa tað, ið lósu tað.
Landsstýrismaðurin segði eisini, at nógv viðurskifti hava ligið á láni innan ferðavinnuøki, og eitt tílíkt uppskot er tískil ógvuliga kærkomið.
Bjarni Djurholm vísti somuleiðis á, at lógararbeiðið við at áseta greiðari reglar fyri Ferðaráð Føroya ikki var langt frammi í tíðini.
-Tað hevur stórur saknur á greiðari reglum fyri Ferðaráðið. Serliga spurningurin um, hvør eigur evsta vald eigur at vera loystur. Hetta vil bara gera tað lættari hjá Ferðaráðnum at virka, sigur Bjarni Djurholm.
Uppskotið leggur upp til, at ferðavinnan skal vera sjálvberandi. Ætlanin er, at leikluturin hjá tí almenna skal vera at tryggja karmarnar við eitt nú at betra um infrastrukturin. Sjálvt uppskotið leggur ikki upp til nakran ávísan málbólk, men heldur, hvussu umtøðurnar sum heild kunnu betrast, og hvussu ein gevandi ferðavinna kann koma fyri seg í Føroyum. Millum málini, sum uppskotið leggur upp til at miðjað verður ímoti, er at skapa Føroyum meiri viðurkenning uttanlands.
Sjálvur er Bjarni Djurholm ikki í iva:
-Vit mugu hava ferðafólk handavegin, sum hava nógvan kapital. Tað snýr seg um at vinna so nógvan pening sum gjørligt. Krabbagoggurnar skulu sjálvandi vera vælkomnar, men tað eigur ikki at vera hesi, sum satsað verður uppá, sigur Bjarni Djurholm.
Eisini nevnir sami landsstýrismaður, at tað í sambandi við eina sjálvberandi ferðavinnu væl kann hugsast, at Atlantic Airways, í øllum førum partar av fyritøkuni, verður selt.
Øll nøgd
Tey, sum hava arbeitt við at orða henda nýggja ferðavinnupolitkk umboða øll ymiskar partar av ferðavinnuni. Eisini hjá teimum tykjast tað at vera konsensus um, at hetta er eitt gott arbeiðið, sum er latið úr hondum. Saman við hesi uppskotinum, varð eisini handað ein frágreiðing um ?Nátt- og Tvátthús, dvalavíkar og tjalding?.
Umboðini úr ferðavinnuni tykjast á einum máli um, at hetta er ein gongd leið við hesum báðum, frágreiðing og uppskotið.
Øll tykjast at halda, at hetta arbeiðið kann brúkast til at fáa eitt gott úrslit.
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, vísti á eitt øking í ferðafólkatali er síggja fyri tey seinstu árini.
Bæði Heri Niclasen, Kjartan Kristiansen, stjóri á menningarstovuni og Petur Oliver í Hoyvík, formaður í stýri Ferðaráðsins hildu uppá, at ein møgulig oljuvinna fer at kollvelta føroysku ferðavinnuna.
- Vit fara at uppbyggja eitt heilt nýtt klientel, sigu Petur Oliver í Hoyvík.
Eisini útoyggjarnar fingu eitt orð við á vegnum. Petur Oliver í Hoyvík vísti á, tað manglar nógv hjá ferðavinnuni í útoyggjunum. Petur Oliver nýtti Mykines sum dømi sum eina útoyggj sum ikki fekk nóg nógv burturúr ferðavinnuni. Útoyggjaálitið vísir eisini á nøkur sovorðin viðurskifti, men Bjarni Djurholm heldur ikki, at vit skulu stara okkum blind eftir tvørleikum.
Fyri fyrst bíðar uppskotið eftir at vera lisið av landsstýrismanni og øðrum. Síðani bíðar mestir ein politisk viðgerð.