Jón Kragesteen,
dagligur leiðari á Ferðslutrygd
? Skulu vit sleppa undan ferðsluvanlukkum, har ungir menn í berum ferðrúsi á høpisleysan hátt eru sær sjálvum og øðrum at bana, má okkurt álvarsligt stig verða tikið. Sum er, er hámarksferðin hjá flestu bilum oman fyri 160 km/t, sum jú er meira enn tvær ferðir skjótari enn hægst loyvda ferð í Føroyum!
Harumframt vita vit eisini, at tað ber til at keypa bilar, sum kunnu koyra upp í 250 km/t ella meira ella tríggjar ferðir skjótari enn hægst loyvda ferð.
»Vitið skolar út«
Ungdómur er nú einaferð ungdómur, og sjálvt um hann fyri tað mesta er skilagóður, so eru tað løtur, tá ið ?vitið skolar út? - og tá henda tær stóru ferðsluvanlukkurnar, sum so at siga hvørt ár krevja mannalív. Og tær vilja halda fram at henda, soleingi sum unglingar hava fría atgongd til bilar við ovurstórum motori. Hetta er stutt og greitt orsøkin til, at vit mugu gera onkrar avmarkingar í bilarnar, so teir ikki kunnu koyra nógv skjótari enn t.d. 110 km/t, sum eisini er markið í lógini, tá ið koyrikortið kemur í vanda at verða tikið. Við hesum verður eisini sagt, at tað er ikki ferðin í gerandisferðsluni um teir 80 km/t, sum er stóri trupulleikin, heldur ikki ferðin, sum fer upp á 100-110 km/t - t.d. í yvirhálingum. Hesi orð skulu tó als ikki skiljast, sum at undirritaði mælir til eina hækking av 80 km/t ferðmarkinum, men heldur ein staðfesting av veruleikanum.
Hvussu við yvirhálingum?
Nú vil onkur kanska mæla ímóti og siga, at tú má hava nakað av eyka orku fyri at sleppa tær burtur úr óvæntaðum truplum støðum sum t.d. at yvirhála ein trailara. Men fyri at gera tað, skuldi ikki verið neyðugt at farið upp á 150 km/t, og vónandi er tað ikki henda ferðin, bilar nýta at yvirhála við í vanligari gerandisferðslu. Mín støða er, at um tú í Føroyum ikki fært yvirhálað við bili, sum er ferðavmarkaður at koyra t.d. 110 km/t um tíman, so er annaðhvørt ikki neyðugt at yvirhála, ella er okkurt heilt annað galið.
Hvønn rakar ferðavmarking av bilum?
Vóru bilarnir ferðavmarkaðir at koyra í mesta lagi 110 km/t, høvdu tað av góðum grundum verið fá, sum yvirhøvur høvdu merkt nakað, tí tað eru í veruleikanum ikki so nógvir bilar, sum koyra skjótari enn 110 km/t. Men teir, sum gera tað, eru sum vituligt, sera vandamiklir. Og hagtølini vísa, at í allarflestu førum eru tað ungir menn í aldrinum 18 til 24 ár, sum bjóða nátturukreftunum av. Hetta hendir fyri stóran part um náttina og serliga í vikuskiftunum. Í summum førum er rúsevni uppií, men fyri ein stóran part eru fólk edrú; men eru hóast tað í rúsi, nevniliga tí rúsinum, sum adrenalinið gevur. Vit mugu bara viðganga, at tað - at koyra við fúkandi ferð, fær eina kitlan at fara ígjøgnum kroppin hjá nógvum. Hetta, at ríða á eggini ? so nær vandanum, sum til ber ? og hóast tað sleppa undan, uttan nakað hendi, gevur eina ?forloysandi? kenslu. Aftur at hesum er jú væl kent, at ungir menn hava eina trongd at vísa seg og gera brøgd, og tíverri gongur tað eisini fyri seg í ferðsluni.
»Føroyar sum ferðslutrygt øki« ? tíðaravmarkað royndarverkætlan
Eitt hugskot kundi verið at gjørt eina royndarverkætlan í eitt tíðarskeið, t.d. undir heitinum ?Føroyar sum ferðslutrygt øki?. Í veruleikanum skuldi verið lagamanni at gjørt slíkt her, tí Føroyar liggja jú fjarskotnar úti í Atlantshavi, so møguleikin at renna seg í lógirnar hjá okkara grannum er ikki serliga stórur. Uttan iva hevði borið til at gjørt teknisku ferðavmarkingarnar óvirknar hjá teimum lutfalsliga fáu bilunum, sum fara uttanlands ta einu ferðina um árið.
Trupulleikin viðvíkjandi ferðslu og ungdómi er ikki serføroyskur, um enn vit kanska hava nakað størri trupulleikar av hesum slagi enn okkara næstu grannar. Ein royndarverkætlan, sum tann nevnda, hevði uttan iva vakt ans í øðrum londum, og fylgt hevði verið væl við, hvussu gekst henni.
Forðingar fyri ferðavmarkingini
At síggja til eru ongar álvarsligar tekniskar forðingar at avmarka ferðina, í øllum førum ongar, sum ikki við tíðini kunnu verða loystar. Hetta er eisini galdandi fyri lógarkarm og fyriskipanir.
Harafturímóti eru nógvar aðrar forðingar, sum eru saman bundnar við hugburð.
Hvør er t.d. hugburðurin aftanfyri, at vit hava teir bilar, sum vit hava? Tað er einki at taka seg aftur í, at samanspælið millum bilídnaðin og marknaðin er avgerðandi fyri, hvussu bilarnir eru háttaðir og hvørjar eginleikar, teir hava. Hetta hóast tey ymisku londini royna at seta upp fyriskriftir og standardir við atliti at trygdini og umhvørvinum.
Vit kunnu fegnast um, at trygd í bili seinastu árini er vorðin søluvøra. Sum dømi um trygdartiltøk kunnu nevnast: trygdarbjølgar (airbags), ABS bremsur, ESP-skipan, trygdarkabina og betran av sjálvum bilbeltinum. Men vit mugu eisini ásanna, at tá ið bilar verða seldir, verður als ikki bara tosað um bilin sum flutningstól, nei bilurin er so nógv annað. Hann skal vera smartur og kekkaður, og ikki minst skal hann kunna koyra skjótt. Úrslitið er, at stórur partur av bilunum á vegum okkara kunnu koyra væl skjótari, enn lógirnar í allarflestu londum loyva.
Fyri nógvum er bilurin so at siga ímyndin av tí persónliga frælsinum, og ein ferðavmarking av bilunum vil av summum verða tikin sum ein skerjing av persónliga frælsinum. Men í veruleikanum eru bilarnir longu ferðavmarkaðir, teir kunnu jú ikki koyra óendaliga skjótt, summir kunnu koyra 150, aðrir 180 og upp aftur aðrir 250, so ?persónliga frælsið? er longu avmarkað. Og kunnu vit yvirhøvur tosa um persónligt frælsi at bróta lógina? Hægst loyvda ferð er framvegis 80 km/t!
Samanumtikið
Tað skal verða undirstrikað, at orsøkin til at undirritaði hevur spælt henda ?bóltin? út, er fyri at vísa á, at upplýsing og útbúgving tíverri ikki er nóg mikið, um vit veruliga ætla okkum at sleppa undan álvarsligum ungdómsferðsluvanlukkum. Tí mugu vit gera okkurt, sum forðar fyri, at ungdómurin fær frítt rásarrúm í bilum, sum eru reinar ferðmaskinur, sum kunnu koyra 150 km/t - ja upp í 200 km/t ella meira ? einar tvær til tríggjar ferðir skjótari enn tað, samfelagið annars vil hava, at bilar í mesta lagi koyra.
Tað er ikki av leið at samanbera skotvápn og bilar. Riflur t.d. verða mettar at vera so vandamiklar, at um t.d. unglingar ótarnaðir sleppa at handfara tær, er ov stórur vandi fyri, at teir kunnu taka óráð fyri. Tí er í Føroyum ikki loyvt einum og hvørjum at eiga riflu, og lógin er galdandi fyri øll, hóast tað helst bara er fá fólk, sum trupulleiki er av í hesum sambandi. Bara í undantaksførum verður loyvi givið, t.d. alarum, at skjóta kóp. Viðvíkjandi bilum kundu undantaksførini verið løgreglubilar, ambulansur og sløkkiliðsbilar.
Við at seta ferðavmarkara í bilar, verður ikki sagt, at løgreglan skal gera minni við at ansa eftir ferðsluni, heldur tvørturímóti. Løgreglan eigur at halda fram at betra um eftiransingararbeiðið við vanligari patruljering. Og løgreglan eigur eisini at fáa øll tól, sum til ber at fáa fatur á, sum kunnu gera eftiransingina av ferðsluni betri. Her verður hugsað um eftiransing við lasara, og ikki minst mugu vit hava sjálvvirkandi eftiransing við myndatóli og lasara til Føroya, so at eftiransingararbeiðið verður so umfatandi, sum til ber.
Samstundis sum betrað verður um eftirlits- og eftiransingararbeiðið, eiga vit eisini at gera lógarverkið og revsiskipanina so skilagóða, sum til ber.
Ferðavmarking í bilum sleppur okkum sjálvandi heldur ikki undan at halda fram at útbúgva og upplýsa. Og aðrar atgerðir eiga eisini at verða framdar, t.d. at seta serligar treytir og skipanir í verk viðvíkjandi koyrikortinum hjá teimum ungu. Tað er eisini greitt, at vit mugu hava venjingarbreyt at brúka í sambandi við koyrikortarútbúgvingina, so vit øll undir skipaðum viðurskiftum m.a. verða útbúgvin at koyra í hálku.
Sum skilst er áhugi millum manna at fáa øki til motorítrótt, tað verið seg fyri motorsúkklur, Stock Car Racing, Rally, Offroad osfr. Vit, sum arbeiða í ferðslutrygdararbeiðinum, kunnu í øllum førum ikki vera ímóti, tá ið fólk, sum hava serligt ynski at uppliva ferðspenning - biðja um loyvi at gera hetta á økjum, sum eru avskorin frá alfara vegi, her kunnu vit ikki annað enn viðmæla.
At enda skal verða víst á, at tað at seta ferðavmarkarar í bilar ikki loysir ferðslutrupulleikarnar í tætt bygdum øki, har fólk eru í vanda fyri at verða ákoyrd. Í íbúðarøkjum, við skúlar og í handilsøkjum má framhaldandi verða arbeitt fyri, at tað verður ógjørligt at koyra skjótari enn 30 km/t.
Og eitt mugu vit ikki gloyma, nevniliga: at nýta bilbeltið ? altíð!
Annarhvør, sum hevur latið lív í ferðsluni og ikki nýtti beltið, kundi verið sloppin við lívinum, um bilbeltið varð nýtt. Hetta eiga vit alsamt at upplýsa um, og tær lógir og fyriskipanir, sum eru settar í verk hesum viðvíkjandi, mugu eisini verða hildnar.