Fer eftir borgarstjórasessinum

Nú hevur fyrrverandi løgmaður tikið avgerðina.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, stillar upp til býráðsvalið í Havn. Tað hevur hann boðað Sambandsflokkinum frá í morgun.

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tá hann nú bjóðar seg fram í býráðspolitikki, so vil hann hava størst møguliga politiska ávirkan. Eg havi nakrar royndir innan politiska leiðslu og politikk annars, sum kunnu koma borgarunum í kommununi til góðar, sigur Kaj Leo.

 

- Farið eg, so fari eg eftir borgarstjórasessinum, segði hann við in.fo í farnu viku.

 

Tað, sum hann brennir fyri ella tey hjartamál, sum hann hevur sett mær fyri at fara til val uppá, er at styrkja og menna vælferðarøkið í kommununi, styrkja kommunubúskapin og menna Tórshavn sum høvuðsstað.

 

- Eg haldi, at tíðin er komin til, at Tórshavnar kommuna ger broytingar, soleiðis at vit fáa ein størri opinleika um politiskar avgerðir um, hvussu vit brúka okkara skattakrónur best møguligt.

 

Í tíðarskeiðnum 2008-2015 var Kaj Leo Føroya løgmaður. Hann varð valdur í býráðið í Havn á valinum í 1996. Á valinum í 2000 stillaði hann ikki uppaftur. Hann varð valdur í Løgtingið í 2002. Seinasta árið hevur hann virka sum løgtingsmaður.