Fer frá sum rakstrarleiðari hjá SEV

Tey flestu kenna navnið Finn Jakobsen. Tað er hann mann ringir til, tá streymurin er farin og vit vilja vita hví. Nú hevur Finn Jakobsen, rakstrarleiðari á SEV, hevur valt at fara í annað starv á nýggjárinum, eftir 19 ár á sama stovni

 

Hann skal í starv sum tekniskur stjóri á Magn.

 

SEV hevur í nógv ár arbeitt ímóti at økja um orku veitta frá varandi orkukeldum. Tað málið hevur Magn eisini sett og tað var ein av orsøkunum, at Finn Jakobsen valdi at taka av tilboðnum frá Magn, tá møguleikin stakk seg upp.

 

- Magn hevur spennandi ætlanir á orkuøkjunum, serliga nú, ið vit royna at fara burtur frá olju og til varandi orkukeldur og tað er økið, ið eg fara at verða ein partur av, sigur Finn Jakobsen.