Fer ikki at gera tað dýrari at gera Sandoyartunnilin

Forboðið fær ikki fíggjarligar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin

Hetta fær ongar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin

Hetta fær ongar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin

Tað fer ikki at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin, at forboð er sett fyri at koyra við tungum lastbilum ígjøgnum Havnina um náttina og sunnudagar. Tað ásannar stjórin í tunlafelagnum. Teitur Samuelsen, nú.  Tórshavnar Býráð hevur sett skelti upp, sum bannar tungum lastbilum yvir 26 tons, at koyra ígjøgnum Havnina um náttina, og sunnudagar.

 

Tá var Teitur Samuelsen skjótur at boða frá, at hetta fór at fáa álvarsligar, fíggjarligar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin – og sostatt eisini fyri føroyska skattgjaldaran.

 

– Eg sá fyri mær, at vit ikki fingu koyrt við betongi til tunnilin um náttina og tað hevði fingið stórar, fíggjarligar avleiðingar, umframt at tunnilin hevði verið seinkaður, segði hann. Hann vísti á, at nógv betong verður brúkt í tunlinum, og tað verður koyrt um náttina. Skal øll tann koyringin verða um dagin, fer tað bæði at dýrka Sandoyartunnilin, umframt at hann ikki verður liðugur sum ætlað.

 

Men hesum er lagt upp fyri, tí forboðið fyri at koyra við tungum lastbilum yvir 26 tons um náttina og sunnudagar, verður ikki galdandi fyri koyringina við betongi.  Forboðið er nevniliga skipað soleiðis, at tað er bara koyringin av Velbastaðvegnum og inn í Havnina við lastbilum yvir 26 tons, sum verður bannaður. Sostatt er tað bara grótflutningurin ímillum Gomlurætt og Runavík, sum verður raktur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Tað merkir, at tað framvegis verður lógligt at koyra hinvegin ígjøgnum Havnina á Gomlurætt við lastbilum yvir 26 tons. Sostatt kunnu bilarnir koyra ótarnaðir við betongi um náttina - og tá ið teir eru tómir, viga teir minni enn 26 tons, og sostatt kunnu teir eisini koyra av aftur Gomlurætt ígjøgnum Havnina eftir meiri betongi, sigur borgarstjórin.

 

At flutningurin við gróti verður raktur, fær ongar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin, tí í haganum oman fyri Velbastað hevur Sandoyartunnilin eitt pláss, har grótið, sum verður sprongt úr tunlinum, verður lagt. Teitur Samuelsen sigur annars, at tá ið forboðið ikki rakar Sandoyartunnilin fíggjarliga, hevur hann ongar viðmerkingar annars til forboðið.

 

Hetta fær ongar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin