Fer ikki at taka pensil í hond

Eftir leiðandi arbeiðsroyndir í bankaverðini, politisku fyrisitingini og vinnuni skal 40 ára gamla Mathea Hilduberg nú royna seg millum penslar, málningar og standmyndir sum nýggjur leiðari á Listasavni Føroya. - Eg elski nýggjar avbjóðingar, og tað fjølbroytta og skapandi við hesum starvi er lokkandi, men eg fari ikki at royna meg sum listakvinnu, sigur Mathea Hilduberg flennandi

Hon hevur starvast m.a. sum projektleiðari og marknaðarleiðari í Føroya Sparikassa, búskaparfrøðingur á Løgmansskrivstovuni og fíggjarstjóri á p/f Snodd, og frá 1. juli er karrierukvinnan ovasti myndugleikin á Listaskálanum. Eftir tíggju umsóknir fall valið og stóra ábyrgdin á 40 ára gomlu Mathea Hilduberg, sum eftir royndir í bankaverðini, politisku fyrisitingini og vinnulívinum nú skal leiða listarliga heimin víðari. Sjálv metir hon tó ikki, at munurin er so stórur á núverandi starvi samanborið við áðurevndu arbeiði hennara.

Gamlar royndir í nýggjum yrki
- Leiðarastarvið á Listasavninum hevur nógv til felags við áðurnevndu royndir mínar í t.d. Sparikassanum, tí í báðum førum er nýskapan og nýhugsan ein fortreyt fyri menning, eins og nýggja starvið í Listaskálanum eisini er projektorienterað, sigur Mathea Hilduberg. Hon greiðir frá, at eitt neyðugt kynstur er støðugt at finna fram til nýggj konsept, og at hetta eisini er ætlanin í nýggja starvinum.
- Eg síggi hópin av menningarmøguleikum fyri Listaskálan, og m.a. tí er starvið attraktivt, greiðir Mathea frá. Hon sigur seg elska nýggjar avbjóðingar, og tí er nýggja starvið ein náttúrlig gongd í persónligu menning hennara.
- Hóast eg nú taki við einum nýggjum starvi, kunnu royndirnar frá fyrrverandi størvum takast við og í stóran mun nýtast, sigur nýggi leiðarin á Listaskálanum.

Listfrøðingur afturat
Hóast hon verður ovasti myndugleiki Listaskálans, verður talan á fyrsta sinni í føroyskum høpi um eina tvístreingjaða leiðslu við Matheu og einum nýggjum listfrøðingi, sum í nærmastu framtíð skal setast.
- Hóast tað ikki er ókent uttanlanda, hevur hesin bygnaður ikki verið royndur áður í Listaskálanum, og meðan eg skal taka mær av tí fíggjarliga, marknaðarliga og umsitingarliga, verður uppgávan hjá listfrøðinginum at hava sjálva listina undir hond, greiðir Mathea frá. Við hesum sipar hon til, at listfrøðingurin fyrst og fremst skal hava ábyrgdina av savninum, framsýningum og listarligum raðfestingum.
- Eg ímyndi mær, at hetta uppgávubýtið bert kann verða til fyrimuns fyri Listaskálan, tí fyrr hevur ein einsmallur stjóri havt alt undir sær, hóast talan er um tvey heilt ymisk øki, sigur Mathea Hilduberg. Hon sigur, at ein av fyrstu uppgávum hennara er at ogna sær betri innlit í og vitan um føroyska listarlívið.

Heldur seg til tað fíggjarliga
Fyri Matheu Hilduberg er Listaskálin tó ikki eitt ókent umhvørvi, tí fyrst í árinum hevur hon í tveir mánaðir arbeitt við eini verkætlan við aðalendamálinum at fáa skrásett alla føroyska list, sum er tengd at Listaskálanum. Umframt hetta eru myndir tiknar av øllum verkum, og datagrunnur Listaskálans er ajourførdur. Hetta megnar arbeiði hevur Mathea staðið fyri, og tí er hon ikki heilt ókend í mentanarháborgini í Gundadali.
- Hesa tíðina havi eg upplivað eina sera góða atmosferu og umhvørvi á Listaskálanum, og tað hevur jú eisini verið ein orsøk til, at eg søkti um leiðarastarvið, sigur nýklakti leiðarin á Listaskálanum.
Spurd, um hon sjálv hevur gjørt nakað við list, ella um nýggja starvið fer at eggja hana sjálva at royna seg sum listakvinnu, er Mathea avgjørd.
- Nei nei, eg kenni mínar avmarkingar, og eg fari so neyvan at gera meg galdandi sum nakar listarligur meistari, sigur Mathea Hilduberg flennandi. Hon sigur, at hennara uppgáva fyrst og fremst verður at skapa karmar fyri einum blómandi mentanarlívi í Listaskálanum, men so fer hon altso ikki longur, heldur hon smílandi fyri.

Tey ungu skulu við
Viðvíkjandi endamálum og nýggjum ætlanum, Mathea saman við listfrøðinginum ætlar at fremja, liggur henni nógv á hjarta, men fyrst og fremst nevnir hon, at listin skal gerast attraktivari fyri unga ættarliðið.
- Hetta kann m.a. fremjast við nærri samstarvi millum Listaskálan og skúlar kring landið, og størri dentur skal leggjast á gransking innanfyri list, sigur Mathea Hilduberg. Aðalendamálini eru umframt hetta at savna og varðveita listarligu framleiðsluna, at gera føroysku listina sjónligari uttanlanda, at fáa fleiri vitjandi um veturin, tá Listaskálin mangan stendur tómur, og til seinast at betra um kunningarviðurskiftini á Listaskálanum, so vitjandi vit øktari upplýsing fáa eina so kvalitativa uppliving sum gjørligt.
- Ymsir hættir eru at røkka hesum endamálum, og tað er uppgávan, eg og ein komandi listfrøðingur skulu finna fram til, sigur Mathea.

Stór ábyrgd
Karrierukvinnan við royndum úr bankaheiminum, politisku fyrisitingini og vinnulívinum setir sostatt hol á eitt nýtt tíðarskeið, hesaferð á listarliga økinum, og sær hon eina stóra ábyrgd fyri framman.
- Listin hevur so ómetaligan týdning, tí hon avspeglar á ein ella annan hátt samfelagsligu gongdina og menningina, og so hvørt sum mentan okkara broytist, avmyndast hetta í listini, heldur Mathea. Hon metir seg tí hava eina stóra ábyrgd sum ovasti myndugleikin á Listasavni Føroya, og hóast hon neyvan sjálv tekur pensil í hond, men heldur seg til tað fíggjarliga, tykist leiðarin vera tilvitað um tann heim, hon í næstum skal føra víðari.


Fakta um Matheu Hilduberg:
Aldur: 40 ár
Hjúnarstøða: Gift og trý børn
Bústaður: Í Havn
Útbúgving: Búskaparfrøðingur við sergrein í marknaðarføring
Starv: Fimm ára sáttmáli við Listasavn Føroya
Fyrrverandi størv: Føroya Sparikassi, Løgmansskrivstovan, Granskingarráðið, P/f Snodd, Bikuben (danskur peningastovnur)