Ferðin í Molde er lítil

Tað eydnaðist ikki Molde at skjóta mál á heimavølli ímóti Stabæk, meðan tað gongur sum eftir ánni hjá Rosenborg og Sogndal

NOREG

Við føroyskum eygum er sama skilið í norskum fótbólti, sum tað hevur verið higartil í ár. Aftur í vikuskiftinum var Jákup Mikkelsen á beinkinum hjá Molde, og aftur hesa ferð meiri enn hálvsnávaði føroyska liðið í norskum fótbólti.
Molde hevði vitjan av Stabæk, og úrslitið var málleysur javnleikur. Harvið varð tað greitt, at nú fimm umfør eru farin av Tippuliguni, hevur tað bara eina ferð eydnast Molde at fáa fulla úrtøku.
Eddie Gustafsson var í Molde málinum, og í norsku pressuni verður mett, at hann var millum teir fremstu hjá Molde. Tvær ferðir bjargaði svenski málverjin, tá ið mótstøðumenn komu einsamallir ímóti honum.
Tað gongur sum eftir ánni hjá Rosenborg. Hesa ferð var meistaraliðið úr Tróndheimi á vitjan hjá Viking í Stavanger, sum tapti 2?0. Harvið hevur Rosenborg fingið fimtan stig í fimm teimum fyrstu umførunum.
Sogndal hongur uppi í Rosenborg. Hesa ferð hevði gamla føroyska felagið vitjan av Brann úr Bergen. Í fjør var um reppið at Brann flutti niður, og teir stríðast við sama trupulleikan í ár. Sogndal vann 2?0. Í báðum førunum var Håvard Flo málskjútti.
Lyn hevði ikki vunnið í fýra teimum fyrstu umførunum. Men tað eydnaðist hjá teimum, tá ið uppflytararnir úr Aalesund vitjaðu. Lyn vann 2?1.
Odd vann á heimavølli 3?1 ímóti Vålerengen, og Bodø/Glimt vann 3?1 á heimavølli ímóti Bryne. Gestirnir hildu seg at hava havt mesta spælið og størstu møguleikarnar. Heimaliðið skoraði mál í tveimum teimum fyrstu atsóknunum, sum teir høvdu á málið hjá gestunum.