Thomas Arabo
Byrjanin mánakvøld
Indiaferðin hjá løgmanni hevur verið høvuðstíðindi í SvF hesa vikuna. Fyrsta innslagið var nokk mánakvøldið minnist ikki reiðiliga hvat bleiv sagt, men eg helt ið hvussu so er, at skógvarnir vóru í so smáir. Mín niðurstøða var at globaliseringin hevði ikki sína vøggu í Vørsluni.
.
Týskvøldið botnskravarin
Týskvøldið kom framhaldið. Tað byrjaði við telduskíggjanum hjá løgmansstjóranum, har ein mailur var at síggja nú kennir tann, sum mailar til hana, so vandan fyri at tann skermurin kann blíva sjónvarpsskermurin í hvørjum heimi í landinum.
So fingu vit ein lista at síggja við nøvnum á vinnulívselituni í Føroyum, sum var bjóða við. Ja, so kundu øll sum halda seg hoyra til hesa síggja at tey ikki vóru á listanum,.og so blíva fornermaði yvir tað.
Men stik den showið var ikki liðugt.
So vísti ein feit blýantstrika, hvør íð hevði sent avboð við navns nevnilsi so tað var undirforstaðið, at hesi fólkini ikki tímdu við. Ikki eitt orð um at hesi fólkini høvdu prioritera onnur ting fram um kanska messuna í Bruxelles hvør veit. Tað er eitt frælst land og 50 túsund krónur eru eisini pengar.
Sum rosinan í pylsuendanum fingu vit at vita, at til síðst mátti løgmansskrivstovan ordiliga skravað botnin og hevði bjóðað Árna Brattaberg og Jeanette Johansen, ið bara hevði 3 fólk í arbeiði, við. Eg kenni bæði hasi fólkini og tey brúka ikki 50 túsund krónur uttan at vænta sær at fáa nakað burturúr.
Týskvøldið liðugt og so hugsaði eg hatta mátti vera botnurin fyri journalistikki.
Hóskvøldið ynkuligt
Men gakk. Hóskvøldið bleiv søgan ynkelig. Vit fingu at vita at ein íslendskur professari hevði sagt at okkara løgmaður skuldi verið farin til Kina. Tíbetur var tað ikki Alfredsson, tí so hevði kommedian verið fulkomin. Hugsið tykkum, at ein av okkara professarum hevði komi við ráðum til Haldór Ásgrimsson hvar hann skuldi ferðast. Íslendska tjóðin hevði doyð kollektivt í látri! Annars so hava íslendingar beint nú opna ambassadu í Indien, so teir hava nokk gloymt at spurt professaran.
Ferðin eitt gott hugskot
At løgmaður fer til onnur lond á odda fyri einari vinnulívssendinevnd, er eitt óalmindiliga gott hugskot. Tað er nevniliga so at ein politikari á so høgum støði kann opna dyr, íð ikki eru atkomuligar hjá einari vanligari vinnulívsnevnd. Merkiligt skal tað vera, um tey sum eru við einki fáa burtur úr. At Indien er skeivt land at fara til, tað er tvætl og sum eitt kouriosum kann nevnast at Indien er einasta land uttan fyri Europa, sum vit hava dupultskattasátmála við.
So nú er at vóna at løgmaður beinan vegin fer at fyrireika ta næstu ferðina fyri vinnulívið til ?.
Vit onnur kunnu so seta okkum framman fyri skíggjan og síggja framhald nú fríggjakvøldið.