Tað er tann 7. desember og leiðin gongur tann langa vegin til Mauritius! Ætlanin er at steðga har til 8. januar og eg skal búgva privat hjá einari indiskari familju í tí miðalstóra býinum Vacoas, ið liggur nøkulunda mitt í oynni. Á mínari ferð komi eg at ferðast runt á oynni, fari at vitja ymisk støð, skal í brúdleyp, halda jól og nýggjár saman við familjuni og komi vónandi at kenna teirra mentan. Eg fari at fortelja frá mínum upplivilsum á ferðini til hesa, fyri okkum, rættuliga ókendu oyggj, ið er eitt ógvuliga væl umtókt ferðastað fyri tey kendu og ríku.
Vit mugu tíverri ein umveg til Týsklands á veg til Mauritius, tí allir ferðaseðlarnir vóru bílagdir úr Onglandi. Flogferðin til Mauritius er rættuliga drúgv, umleið 11 tímar frá Frankfurt, men so skjótt sum ein kemur umborð á Air Mauritius, virkar ferðin væl styttri. Manningin, ið øll eru frá Mauritius, eru ógvuliga smílandi, blíð og gera alt fyri, at ein fáa hava eina góða ferð. Maturin er góður og hetta tilsamans ger, at 11 tímar hóast alt eru til at halda út. Eisini fær man eina góða kenslu av tí gestablídni, ið man møtir frá fólkunum á Mauritius.
Mauritius er ein subtropisk oyggj, ið liggur í tí Indiska havinum, 800 kilometrar eystanfyri Madagaskar. Hon er umleið á støddar við Føroyar, 65 kilomet-rar long og 45 kilometrar breið og har búgva umleið 1,2 milliónir fólk. Mauritius er umringað av flesjum og við landið eru hvítar strendur nærmast allan vegin runt um oynna. Eisini eru nógv fjøll at síggja á oynni, tað hægsta er Piton de la Rivière Noire, ið er 827 metrar. Umframt hetta eru skógir, lagunir, fossar og dalar, ið prýða um náttúruna. Har er nærmast sól og summar alt árið ígjøgnum. Frá mai til oktober er vetur og hitin liggur um 15-25 stig. Í november byrjar veðrið at gerast betri og fram til apríl er summar í Mauritius, tá svingar hitin vanliga ímillum 27 til 35 stig. Í hesum mánaðunum er eisini vandi fyri nógvum regni og orkanum.
Í Føroyum eru vit sjálvandi ógvuliga von við regn og vind, so hetta stúrdi eg slettis ikki fyri, men tá ið eg fyrstu ferð upplivdi ein regndag í Mauritius ? ynskti eg meg heima í Føroyum við okkara "sindri" av regni. Tann dagin gekk leiðin til Port Louis, ið er høvuðsstaðurin í Mauritius. Port Louis er ein býur við umleið 150.000 fólkum. Har eru tær flestu stóru fyritøkurnar, nógvir handlar og marknaðir ? bæði við fruktum, grønmeti, klæðum o.a. Nógv ferðafólk brúka nakrar tímar av teirra feriu í hesum býi og tað vildu vit eisini. Ætlanin var at hyggja runt í handlum og møguliga gera eitt sindur av innkeypi. Sólin skein hendan dagin og tað var ógvuliga heitt. Vit fóru inn í ein handil og steðgaðu einar 10 minuttir. Tá vit komu útaftur úr handlinum regnaði tað og tað var einans eitt at gera ? renna fyri lívinum. Tað regnaði so illa, at longu eftir umleið einum hálvum tíma var ringt hjá bilunum at koyra á vegnum vegna hylar og regnið vardi í einar 2-3 tímar. Einans nøkur sekund undir regninum og man bleiv vátur inn á kroppin, tískil bleiv tað mesta av okkara væl planlagda innkeypstúri brúktur við at kroka undir einum handilstakið, saman við einum 15 øðrum sjokeraðum ferðafólkum.
Mauritius bleiv gjørd av einum vulkanútbróti, fyri umleið 7 milliónum árum síðani. Frá fyrstan tíð av, vóru tað hollendingar ið funnu hesa vøkru oyggj. Tað var í 1598. Teir kallaðu oynna Mauritius eftir teirra prinsi, Prins Mauritz Van Nassau, og steðgaðu til 1710 á oynni. Síðani vóru tað franskmenninir, ið búsettust har. Teir komu í 1715 og kallaðu oynna "Isle des France". Í 1810 bleiv Mauritius yvirtikin av Onglendingum og teir broytti navnið aftur til upprunanavnið - Mauritius. Oyggin hoyrdi til Ongland fram til 1968, tá ið tey blivu sjálvstøðug, tó hoyra tey enn til tað ensku krúnuna.
Mauritius er ein oyggj við nógvum ymiskum mentanum. Her eru bæði indarar, kinesarar, afrikanarar, franskmenn, eingilsmenn o.s.v. Teirra almenna mál er enskt, men tað verður mest brúkt í skúlunum og í almennum arbeiðsplássum. Annars verður franskt eisini nýtt á arbeiðsplássum og í fjølmiðlunum. Cryol er málið, ið verður mest brúkt. Tað verður nýtt heima saman við familjuni og eisini sosialt saman við vinum, arbeiðsfelagum o.s.v. Cryol er ein blandingur av fronskum og afrikanskum. Málið bleiv uppfunnið, tá ið Mauritius hoyrdi til Frakland, fyri at kunna samskifta ímillum slavunar úr Afrika og teirra fronsku harrar. Hetta hevur við sær, at fólk frá Mauritius eru rættuliga væl fyri málsliga, við tað, at tey tosa flótandi enskt og franskt og tískil gongur leiðin mangan til Europa fyri at útbúgva seg.
Tá ið eg fyrst kom til oynna bleiv eg rættuliga ovfarin av at síggja øll hesu fólkini við ymiskum bakgrundum, mentanum og religiónum liva saman í sátt og semju. Meirilutin av fólkunum eru hinduarar ? teir teljast 50 % av fólkatalinum. Síðani eru tað kristin, ið eru umleið 30 %, og muslimar, ið teljast umleið 17 %. Familjan, ið eg búgvi hjá, eru hinduarar og maðurin í húsinum fortaldi mær tann fyrsta dagin, ið eg kom, at fyri fólk í Mauritius er tað ógvuliga týðningarmikið at virða síni medmenniskju, sama um ein er muslimur, kristin ella hinduari. Her búgva øll saman í sama grannalag og ongantíð hoyrist nakað øvugt orð ímillum grannarnar vegna religión.
Vegna tær ymisku mentanirnar á Mauritius er teirra matur ein blandingur av kinesiskum, muslimskum, indiskum og europeiskum mati. Tey eta nógv kryddaðan mat, við nógvum chili. Eftir mína vitjan á oynni, ið vardi ein mánaða, var tað ikki ein døgurði, ið ikki hevði chili í. Eisini eta tey nógv grønmeti, rís, fruk o.s.v. Fruktirnar og grønmetið verða eisini mangan kryddað við chili. Um ein fer inn í eina resturant, fær man vanliga bæði, rís, nuddlir, pizzair, briani ? ið er ein muslimskur rættur, grønmeti o.s.v. Hetta vísir einum, at maturin á Mauritius er ein blandingur av øllum teimum ymisku bakgrundunum, ið eru búsett her. Persónliga haldi eg, at maturin her er ógvuliga góður, hóast eg av og á má drekka 1 litur av vatni saman við rættinum, ímeðan tey lokalu býta í eitt eyka chili, fyri at fáa matin eitt sindur sterkari!
Sjálvt um Mauritius einans hoyrdi til Frakland í minni enn 100 ár, er mentanin á Mauritius ógvuliga ávirkað av tí fronsku mentanini. Fyrst av øllum verður tað franska málið nógv brúkt. Tey drekka nógv vín og breyðið, ið tey vanliga eta, er bagett, ið er franskt. Fjølmiðlarnir eru sum sagt allir á fronskum, og bæði býir, staðarnøvn og gøtunøvn hava fronsk nøvn. Eisini hava tey somu virðing fyri familjulívinum sum franskmenninir eru kendir fyri at hava, møguliga størri. Fyri tey er familjulívið av ógvuliga stórum týðningi. Hetta legði eg til merkis fyrsta dagin, tá ið eg kom til Mauritius. Tá ið vit komu til húsini vóru longu tvær systrar hjá mammuni har fyri at taka ímóti okkum. Sum dagurin leið kom øll familjan framvið fyri at heilsa upp á okkum ? har vóru bæði mammu- og pápabeiggjar, fastrar, mostrar, systkinabørn, trímenningar o.s.v. og sama, hvat klokkan var, tá ið gestirnir komu, fór eingin avstað uttan at eta ein døgurðabita. Hetta kvøld bleiv bæði etið, drukkið, sungið og dansað og tað vísti mær, hvussu nær familjan er knýtt og hvussu familjulívið er her. Seinni á mínum steðgi blivu vit ofta bjóðað til døgurða hjá teimum ymisku familjulimunum og hvørja ferð ringdu tey til okkara áðrenn fyri at spyrja okkum, hvat vit ynsktu at eta, drekka o.s.v og oftani blivu vit øll biðin um at yvirnátta hjá familjuni. Í Mauritius verða børn hjá systkjum roknað nærmast sum teirra egnu børn og góð vinfólk, svágrar, svigarindir og systkinabørn sum beiggjar ella systar. Hetta er nakað, ið eg havi upplivað fleiri ferðir á mínum steðgi og stoltleikin skínur í eygunum hjá tveimum svágrum ella systkinabørnum, tá ið teir forklára, at teir rokna hvønn annan fyri beiggjar og at teir standa saman alt lívið, bæði í góðum og ringum.
Áðrenn eg fór til Mauritius las eg nógvar greinar og leitaði eisini á internetinum eftir upplýsingum um hesa vøkru oyggj. Rithøvundin Mark Twain segði, at: "God created Mauritius and then made a copy of it to create paradise", ið fortelur okkum eitt sindur um vakurleikan á oynni. Sum sagt er hetta ein ógvuliga væl umtókt ferðamannaoyggj fyri tey ríku og kendu. Øll hotellini á oynni eru 3 stjørnað og meira. Tvey av teimum mest kendu og eisini dýrastu hotellunum í heiminum eru her á oynni ? Le Touessrok og Le Saint Geran. Á Le Touessrok gjalda gestirnir umleið 300.000 kr. pr. viku fyri uppihaldið, tískil eru tað einans ógvuliga rík fólk, ið koma til hetta hotell. Dømi um vitjandi á Le Touessrak eru Bill Clinton, Charles prinsur, Bradd Pitt, Madonna o.s.v. Tey flestu hotellini liggja norðanfyri og vestanfyri Mauritius og øll standa fram við strendurnar ? tó eru ongar privatar strendur í Mauritius, so bæði ferðafólk og tey lokalu nýta tær somu strendurnar og lagunurnar.
Í Mauritius er sukur tann størsta vinnan, klædnaframleiðsla er tann næsta, og ferðavinnan tann triðja. Mauritius hevur eitt ógvuliga stórt havumráði og ein tann dýrasti fiskurin, legine, er at finna í teirra umráði. Mauritius er roknað fyri at vera eitt mennandi land, ið hevur tikið seg nógv fram fíggjarliga síðani tey blivu sjálvstøðug, men tó eru tað nógv, ið vildu ynskt, at tey framvegis hoyrdu til Ongland. Tey halda, at lívið vildi verið lættari um tey enn hoyrdu til Ongland. Fíggjarliga er tað rættuliga tungt fyri tey lokalu. Meirilutin av fólkunum má arbeiða hart alt lívið fyri at yvirliva og fyri at geva børnunum møguleikan at fáa eina útbúgving og eina góða framtíð. Sum sagt er hetta ein ógvuliga vøkur oyggj við einari ótrúligari náttúru og vøkur hotell, men um ein hyggur eftir teimum vanligu umstøðunum hjá teimum lokalu, er oyggin neyvan eitt paradís. Vegirnir eru illa farnir og almennir bygningar verða ikki hildnir við líka, bussarnir eru ógvuliga gamlir og í ringum standi við ongari útluftning og lønirnar samsvara ikki við livikostnaðin. Mauritius er í løtuni í einari fíggjarligari kreppu, men serfrøðingar vænta, at landið kemur fyri seg aftur um umleið 3 ár. Til dømis er prísurin fyri matvørur og almennan flutning farin umleið 40 % upp tey seinastu 2 árini, ímeðan tann almenna lønin er tann sama. Mær er sagt, at landið sjálvt er væl fyri fíggjarliga, men at peningurin ikki sæst aftur ímillum íbúgvarnar. Hetta ger, at fólkini eru rættuliga misnøgd við politikkin og politikkarnar í landinum og at tey mugu veruliga stríðast fyri at klára at fáa pengarnar at mala runt. Tey hava ikki ráð til nakað luksus, so sum ferðir, nýggjar bilar, uppvaskimaskinur, ókeypis skúlagongd o.a. sum vit í Føroyum taka fyri givið!
Hóast tær ringu fíggjarligu umstøðurnar í løtuni og tað dagliga pressið, ið tey liva við, eru fólkini ógvuliga glað, smílandi og blíð. Sama hvør man er og hvønn man fer inn til, sleppur ein ikki avstað aftur uttan at hava etið og drukkið. Ofta er tað tað besta og dýrasta, ið tey hava inni, ið verður bjóðað gestunum, og tá ið familjan møtist, hugna tey sær øll saman og allir teir dagligu trupulleikarnir verða lagdir til síðis fyri teir fáu tímarnar.
Framhald næsta leygardag