Ferðin til teir grønu skuggarnar

? Havnar Sjónleikarfelag hevur hesaferð givið einum leikara yrkisumstøður at átaka sær uppgávuna at bera fram henda einrøðuleik. ? Leikurin er sum eitt skúlastykki at fáa sagt eina stóra søga í leiklistarligum høpi í minni enn ein klokkutíma. - Áhoyrarin sjálvur kann arbeiða víðari við tí, sum leikarin ber fram, tí tað verður einans nomið við tey einstøku fyribrigdini, og tað er hetta sum ger leikin so serstakan, skrivar Gulla Øregaard m. a. í ummælinum av leikinum

Einrøðuleikur eftir Finn Methling- Umsett hevur Poul Johannes Lindberg

Leikurin er um lívið. ? Føðing! - Lív og leik í barna- ungdóms- mandóms og ellisárum. Aftur og aftur kemur vár, summar , heyst og vetur. Náttúran skiftir lit og ham, eins og mannalívið.

Æviga temaið longsil, kærleiki, skildnaður, deyði, lív . Hendur sum sleppa og hendur sum lofta er tað, sum einrøðuleikurin ber okkum. Tú sært fyri tær vaggandi farið hjá einstakum mannabarni fara gjøgnum serligar løtur/skeið í lívinum

Havnar Sjónleikarfelag hevur hesaferð givið einum leikara yrkisumstøður at átaka sær uppgávuna at bera fram henda einrøðuleik. ? Leikurin er sum eitt skúlastykki at fáa sagt eina stóra søga í leiklistarligum høpi í minni enn ein klokkutíma. - Áhoyrarin sjálvur kann arbeiða víðari við tí, sum leikarin ber fram, tí tað verður einans nomið við tey einstøku fyribrigdini, og tað er hetta sum ger leikin so serstakan.

Jytta Joensen vísir her sínar leikaragávur sum ongantíð áður, og tú ert ikki í ivað um, hvar í lívinum hon ferðast, tá tú sært lívsskeiðini. Leikurin hevur nógv skifti við sinnisligum broytingum, og tað er her Jytta verunliga verður avbjóðað og megnar uppgávuna.

Sjónleikarhúsið í Havn hoyrir møguliga , eftir at tað er renoverað , til eitt av teimum mest spennandi leikhúsunum ,av sínum slagi, í Norðurlondum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt rætt í at stuðla felagnum at fáa hølini og húsið í so frægan stand sum tey eru.

Enn eru óivað stór tøk, sum skulu takast, fyrr enn húsið hevur tær umstøður, sum eitt verunligt býarleikhús skal hava, men her er komið væl áleiðis .

Tað sum gleðir mest er, at tann upprunaligi salurin er, sum hann var, og júst í hesum leikinum var samanrenningin millum leikara, rúm og teknikk í gamla sjónleikarhúsinum so framúr hugtakandi, at ein og hvør sum hevur teatrið kært, eigur at geva sær stundir at njóta løtuna saman við leikaranum sum ferðast við okkum til teir grønu skuggarnar.

Eyð Matras hevur við hesum einrøðuleiki víst at hon er før fyri at leikstýra og at gera arbeiðið til lítar. Poesiur og leikkynstur ganga hond í hond. Tú varnast ongastaðni, at leikurin dettur sundir, so tað er ikki minni enn ein løtu við leiklist, sum kann samanlíknast við eitt tónleikaverk.

Lýsingin av barninum er møguliga tann parturin, sum hevur onkran veikleika.

Stamen Stantchev hevur nú fleiri ferðir gjørt tónleik til føroysk sjónleikaratiltøk og til henda leik hevur hann enn einaferð prógvað at hann er førur fyri at hjálpa leikaranum gjøgnum torskildar smogur í leikverkinum við at gera tónleik sum byggir uppundir leikgongdina.

At áskoðarar, sum einans kunnu vera 50 í tali, sita frammanfyri pallinum og hyggja oman í salin har Jytta Joensen ferðast gjøgnum lívsskeiðini, er eit gott val. - Hesa ferð hevur Edvard Fuglø, scenografur gjørt eina pallmynd sum er ørvísi í sniði enn nakað annað, sum eg havi sæð hann gjørt. Sjáldan hevur tað einkla verið meira spennandi.

Ljóskastarar frá svarta loftinum vóru meira ruddiligir og væl skipaðir enn vit ofta síggja teir , og ljósskipanin hjá Nielsi Nielsen og Turpin Djurhuus gav rætta dámin..

Eg møtti einum persóni í farnu viku, har prátið kom inn á henda leikin. Viðkomandi eg tosaði við

segði , at hann orkaði ikki fleiri kvinnuleikir. Eg segði, at tað er ávíst rák í tíðini at kvinnur skulu forklára seg og sínar kenslur, men júst hesin leikurin er skrivaður av einum manni, sum i dag hevur rokkið ellisár.

Eftir at hava sæð einrøðuleikin ?Kvinnulív?, sum hann eisini ber heitið, haldi eg, at hetta er ikki einans søgan um eina kvinnu. Hetta er søga um menniskja í sorg og gleði


Tórshavn, hin 22.11.1998

Gulla Øregaard