Ferðin hjá teimum fýra klintrarunum, trimum nýsælendingum og einum føroyingi, upp á toppin á Trøllkonufingur, er nú loksins byrjað. Høvuðsendamálið við túrinum er at leggja eina nýggja upp á Trøllkonufingur - ein leið, ið aldrin er roynd áður.
- Vit eru á klettinum! Tað eydnaðist at koma av Ljómi upp á Trøllkonufingur. Lið eitt, Absalon og Jack, eru við fótin á leiðini. Lið tvey, Dave og Jase, er undir súluni til vinstru, verður upplýst á facebooksíðuni hjá verkætlanini fyri løtu síðan.
Ætlanin var annars at byrja ferðina upp á toppin í morgun, men veðrið var so keðiligt tá, at klintrararnir máttu útseta túrin nakrar tímar.
Klintrararnir vænta, at túrurin upp og niður eftir Trøllkonufingur fer at taka umleið tríggjar dagar.
Við í bólkinum, ið roynir at koma upp á Trøllkonufingur, eru Absalon Eysturoy, Jack Grinsted, Dave McKinney og Jason Blair.