Fer nú at gera tilmæli um Hovstunnilin

Landsverk fyrireikar nú eitt tilmæli til landsstýrið um, hvar tunnilin ímillum Øravík og Hov skal vera

Hovstunnil

Nú nærkast eini avgerð um, hvar tunnilin ímillum Øravík og Hov skal borast.
Í summar eru kjarnuboringar gjørdar fyri at vita, hvussu ein tunnil kann gerast niðri í dalinum í Hovi.
Kjarnuboringarnar vórðu lidnar seint í summar og síðani hevur alt tilfarið verið til kanningar hjá norska felagnum, Swecogrøner, sum er ráðgevari hjá Landsverk í hesum málinum.
Norski ráðgvarin hevur nøkur uppskot um, hvussu linjuføringin skal vera. Talan er um eina linjuføring niðri á dalinum, men fleiri uppskot eru um hallið í bergholinum og í summum førum skiftir hallið nakrar ferðir.
Men samanumtikið hevur Swecogrøner gjørt nøkur uppskot, har tunnilin fer inn í Tjaldavín norðaru megin og kemur út aftur í dalinum í Hovi syðru megin.
Norska felagið hevur nú latið Landsverk tilfarið aftur og tekniski ráðgevarin hjá landsstýrinum situr nú og kannar málið.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk, sigur, at stovnurin verður liðugur við kanningarnar um nakrar og tað fer hann at lata landsstýrismanninum í vinnumálum eitt tilmæli um, hvar tað er frægast at gera tunnilin.
Áður hevur Landsverk mælt til at gera ein tunnil longri uppi í fjallinum, men so slepst ikki undan eini langari brekku og fleiri svingum.

Gera tilmæli um tunnilin
Oyvindur Brimnes sigur, at Landsverk fer nú at gera eitt tilmæli, har uppskotini frá Swecogrøner verður samanborin við tilmælið frá Landsverki um ein tunnil longri uppi.
Síðani verða fyrimunir, vansar og prísir samanbornir og at enda fær so landsstýrismaðurin eitt tilmæli. Í hesum sambandi skal eisini eina offur-gagn (cost benefit) kanning gerast av einum tunli niðri í dalinum og tunlinum, sum Landsverk skeyt upp í síni tíð.
Hinvegin hevur Landsverk uppfatað støðuna soleiðis, at avgerð er tikin um, at tunnil skal gerast, so í hesum sambandi fer stovnurin ikki at taka ábøtur á vegin við í metingunum.
Spurningurin er so bara, hvar tunnilin verur, um hann skal vera niðri í dalinum, ella um hann skal vera longri uppi, har Landsverk skeyt upp at gera hann.
Ì hesum sambandi kann viðmerkjast, at sum gongdin hevur verið, skal helst nógv til, áðrenn politikarar víkja frá ætlanini at gera tunnil í neðra.
Hetta hevur Landsverk ongar viðmerkingar til.
Men hann sigur, at teirra tilmæli verður eitt púra óheft fakligt tilmæli, har mett verður um, hvar tað fíggjarliga loysir seg best at gera ein tunnil við tí teknikki sum er og tí ferðslu, sum er.
Men hvat ein tunnil niðri í dalinum fer at kosta, veit hann ikki enn.
Nakað av grótinum, sum fæst úr bergholonum skal brúkast til vegagerð báðu megin tunnilin.
Verður tunnilin í erva, fer tað mesta til vegagerð. Verður tunnilin í neðra, er tað heilt nógv grót, sum ikki kann brúkast til nakað sum helst, tí tað er so vánaligt.