Bókin um Harry og Elly er skipað sum fýra ferðir til hugnalig ævintýralond.
Í fyrsta parti fara Harry hjáljóðamaður og elly sjálvljóðakona eina ferð til Hjálands, haðan Hary er ættaður. Á ferðini leiða tey okkum lagaliga ígjøgnum stavseting í sambandi við hjáljóð.
Í Navnorðaríki
Í øðrum parti gongur leiðin til Sjálvlands. Har fara tey at vitja abban, sum er so elligamal, at hann næstan ikki orkar at ganga. Tríburarnir. Eivindur, Oyvindur og Eyð hava verið hjá abbanum í eina tíð, har tey læra okkum ymiskt, tá vit skulu stava okkurt við sjálvljóðum.
Í triðja parti fara Harry, Elly, tríburarnir og elligamli abbin til Navnorða- og Sagnorðaríkis. Her eru tey komin til ein sannan ævintýraheim við kongi, drotning, prinsi, prinsessu og pinkubarni.
Í nýggja orðaríkinum er alt nýtt og spennandi. Kongurin umboðar sagnorð, drotningin umboðar navnorð, prinsurin kallkyn, prinsessan kvennkyn og pinkubarnið hvørkikyn. Á ferðini vísa tey okkum, hvussu vit skulu ansa eftir ymiskum stavsetingarvandum í navnorðum og sagnorðum.
Løgin kommahólmur
Í fjórða parti fara tey heimaftur. Á heimferðini sigla tey ímillum ymsar hólmar, sum tey fara at kanna nærri. Á hólmunum fáa tey uppaftur meir at vita um stavsetingarreglur tá tað snýr seg um sovorðið sum lysingarorð, hjáorð og fyrisetingar. Til endan síggja tey ein heilt serliga hólm, har ein omma gongur sum hevur taskuna fulla av kommateknum.
Nýggja mállærubókin er ætlað miðdeildini í fólkaskúlanum.
Tað eru June-Eyð Joensen, Sigri M Gaini, Sjúrður Juul Ravnsfjall og Ada Horn, sum hava skrivað bókina og Janus á Húsagarði, sum hevur gjørt tekingarnar.
Forlagið Sprotin gevur út bókina um Harry og Elly.