Fer sethúsarentan upp, um Føroyar loysir?

Politiskur flokkur sigur, at um Føroyar loysa frá Danmark, so fer sethúsarentan upp á 7 prosent, eins og í Íslandi. 

 

Grundgevingin er, at Ísland hevur eina kredittrating frá Moody´s á A2. Onkursvegna meinar flokkurin tískil, at har er eitthvørt klárt samband millum kredittratingina hjá einum landi og sethúsarentuna.

 

Hetta er ein heldur kreativur sannleiki. 

 

 

 

Hyggja vit eftir londum við kredittrating frá Moody´s, so síggjast stórar munir í sethúsarentuni óheft av kredittratingini. T.d. sæst, at bankar í Japan, sum hevur eina kredittrating á A1 frá Moody´s (umleið tað sama sum í Íslandi), bjóða væl lægri sethúsarentu við somu treytum í mun til bankar í Noreg og Australia, sum hava bestu rating frá Moody´s (Aaa).

 

Bústaðarrentan á einum 5 ára fastforrentaðum láni á 3 mió. kr. við einum LTV omanfyri 75 er 2,99% frá stórbankanum SMBC í Japan. Í Noreg liggur bústaðarrentan á tilsvarandi láni á 4,81% hjá størsta norska bankanum DNB, meðan í Australia er bústaðarrentan 6,39% hjá australska stórbankanum ANZ.

 

 

 

Har er einki klárt samband millum sethúsarentu og kredittrating. Tað skyldast sjálvsagt, at hetta eru trý lond við hvør sínum Miðbanka, sum ásetir eina stýrandi rentu, ið kjølfestir sethúsarentuna. Haraftrat lond við hvør sínari kappingarstøðu millum peningastovnar, bústaðarmarknað, skattalóg, bankasiður um trygd, osfr.                 

 

 

 

Frumorsøkin til høgu sethúsrentuna í Íslandi er, at landið er sítt egna gjaldoyraøki, har Íslendski Miðbankin hevur søguliga sæð ikki megnað at bast einum lutfalsligum høgum prísvøkstri. Íslandi hevur m.a. eina sveiggjandi íslendska krónu sum javnan elvir til ”innfluttan” prísvøkstur. Hendan søguliga inflatiónin hevur sett seg í eina høga inflatiónsvæntan hjá íslendska fólkinum, sum síðani hevur elvt til uppaftur meiri og áhaldandi inflatión, tí fakbólkar krevja lønarvøkstur sum kann kompensera fyri inflatiónsvæntanini.

 

Íslendski Miðbankin noyðist tískil at hava eina hægri stýrandi rentu enn eitt nú tann Evropeiski Miðbankin (og harvið tann Danski Miðbankin), og elvir hetta til eina hægri sethúsarentu í Íslandi. 

 

 

 

Sum vera man, so er (vónandi) eingin ætlan, at Føroyar – óansæð politiskan status í framtíðini – skal vera sítt egna gjaldoyraøki, men ístaðin halda áfram við donsku krónuni.

 

 

 

Tað skal tó nevnast til síðst, at í summum førum kann ein vána kredittrating hjá einum landi partvíst seta seg í kredittratingina hjá bankum, og harvið elva til dýrari lándan kapital og sethúsarentu. Fyri at basa hesum er tískil týdningarmikið, at landsins myndugleikar - eitt nú - føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har stór yvirskot eru á finansunum í bestu árum.