Klokkan 16.35 seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu og ávegis niðan móti Gøtueiði.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at óhappið hendi, tá tveir bilar, sum vóru á veg niðan brekkuna, gjørdist partur av ferðsluóhappi.
- Tað var hin aftari bilurin, sum koyrdi á hin fremra. Ein av persónunum í bilinum, sum rendi á, varð fluttur á skaðastovuna til kanningar.
Løgreglan vísir á, at tað er sera hált kring alt landið í kvøld, og tískil verður heitt á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.
- Vit hava longu fingið fráboðanir um onkrar bilar, sum eru farnir á glið, men tíbetur er eingin stórvegis skaði hendur - sum er, sigur vaktleiðarin.