Jón Kragesteen
Ein roynd var gjørd at kanna ljósviðurskiftini, sum eru, tá ið bilar møtast í myrkri. Royndin var gjørd soleiðis: Ein bilur var settur á ein myrkan veg, har eingi gøtuljós vóru og bilurin hevði nærljósini tendrað. Við øðrum bili skuldi nú verða koyrt í móti bilinum, sum stóð stillur. Koyrandi bilurin hevði eisini bara nærljósini tendrað - hetta er jú tað vanliga, sum verður gjørt fyri ikki at blenda hvør annan. Ferðin hjá tí koyrandi bilinum skuldi vera 60 km/t. Í vegbananum hjá tí koyrandi bilinum, skamt framman fyri bilin, sum stóð stillur, var ein dukka stillað. Dukkan, sum var so stór sum eitt vaksið fólk, var í myrkum klæðum. Royndin var gjørd við fleiri bilførarum og uppgávan hjá hvørjum einstøkum var sjálvsagt at bremsa, so skjótt teir sóu dukkuna. Royndin vísti, at tað í miðal var bremsað 12,1 m frá dukkuni. Við tað at bremsulongdin hjá einum bili, sum koyrir 60 km/t er 25 m, var dukkan ákoyrd og við ferð flutt einar 12 til 15 metrar fram.
Royndin vísti, at hóast nærljósini lýsa vegin upp 30 m fram, sóu bilførararnir ikki dukkuna, fyrr enn hon var umleið 12 m frá teimum.
Tvær høvuðsorsøkir eru til úrslitið av hesi roynd:
Ein er, at ljósini hjá tí mótkoyrandi bilinum blenda, hóast talan bara er um nærljós. Men ljós mugu bilar hava og vit kunnu minka um blendingina av eygunum, um vit ikki stara beinleiðis í sjálva ljósglæmuna, men heldur royna at hyggja við síðurnar av bilinum, sum kemur í móti okkum.
Onnur orsøkin er, at dukkan var í myrkum klæðum. Tað vísti seg nevniliga, at tá ið royndin var gjørd umaftur og endurskin vóru sett á dukkuna, var hon sædd longu í 125 m frástøðu og hetta við nærljósum! Royndin var eisini gjørd við fjarljósum og endurskini og tá sást dukkan longu í 250 m frástøðu. Afturat hesum skal so verða nevnt, at fólk í ljósum klæðum eru væl lættari at síggja, enn fólk í myrkum klæðum.
Eitt er, at tað sjálvsagt sæst verri í myrkri. Men veðurlíkindini spæla eisini inn, bæði regn, kavi, mjørki og vánalig líkindi sum heild gera, at tað sæst verri og at tað harvið verður ótryggari.
Onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu tað sæst í myrkri eru: Skitnir ella døggaðir rútar.
Brillur. Brillur, sum eru góðar í dagslýsi, eru ikki altið so góðar á kvøldi ella nátt. Nógv hava brúk fyri sterkari brillum í myrkri. Tónalitt gløs týna tað lítla ljós sum er. Nýtur tú brillur eigur, tú at hugsa um hesi viðurskifti og at kanna eyguni og myrkasjónina. Aldur. Jú eldri fólk eru, verri síggja tey í myrkri
Hevur tú varhugan av, at tú ikki sært alt, sum tú eigur at síggja á vegnum fyri at koyra trygt, eru bestu ráðini, sum í so mongum øðrum førum eisini: at seta ferðina niður!
Kelda: Håndbok i trafikkoplæring for Lærere (Georg Watne 1977)