Ferðsla uttan íhald

Starvsfólkið hjá Vágatunlinum hava havt so nógv at gjørt, at stundir hava ikki verið til kanna eftir, hvussu nógvir bilar hava koyrt gjøgnum tunnilin

VÁGATUNNILIN

Áhugin fyri at koyra til og úr Vágum gjøgnum Vágatunnilin hevur verið ovurstórur, síðani tunnilin lat upp mikudagin. Somuleiðis hevur arbeiðsbyrðan hjá starvsfólkunum hjá P/F Vágatunnilinum verið so stór, at tað hevur ikki verið hugsingur um at greiða á samlaða bilatalinum fyrstu dagarnar, greiðir stjórin, Dávid Reinert Hansen, frá.
Tað er kanska óneyðugt at skriva tað, men ferðslan til og úr Vágunum hevur ongantíð verið størri og meiri umfatandi enn hesar seinastu dagarnar.
Hetta skyldast ikki minst, at týsdagin og mikudagin var ókeypis at ferðast eftir gjaldsvegnum millum Streymoynna og Vágoynna.
Dávid Reinert Hansen upplýsir, at teir hava teljarar, sum kunnu siga teimum talið á ferðandi gjøgnum tunnilin, men stundir hava ikki enn verið at fáa greiðu á hesum tølum, tí arbeiðsbyrðan sum sagt hevur verið so stór hjá starvsfólkunum hjá P/F Vágatunlinum.
Orsøkin er tann, at P/F Vágatunnilin í løtuni verður niðurringdur av fólki, sum ætla at ogna sær kubban. At avgreiða øll hesi er í løtuni ein møtimikil uppgáva hjá starvsfólkunum, upplýsir Dávid Reinert Hansen.

Syndararnir
Í løtuni eru ávísir trupulleikar við sjálvvirkandi gjaldstøðini við tunnilsmunnan á Vágalandinum. Nógv fólk fáa heldur ikki teirra kubba fyrr enn eftir høgtíðina.
Hetta gevur kanska sumum hug at royna eydnuna og snýta seg ígjønum. Men hetta er ikki rættiliga ráðiligt, tí vidoeftirlitið hjá Vágatunlinum er fult virkandi.
Skipanin virkar á tann hátt, hvørja ferð eitt akfar fer ígjøgnum uttan at gjalda, so skrásetur telduskipanin hjá Vágatunlinum hetta, og skipanin finnur videoupptøkuna av hesum fram.
Dávid Reinert Hansen sigur, at teir kanna so, um hetta skyldast einum feili við skipanini ella um fólk royna at snýta.
Er tað so, at onkur roynir at snýta, so verður nummarplátan lisin, og umvegis Bileftirlitið fær viðkomandi eigari fráboðan um mistakið og kravboð um gjald fyri koyringina.