Ferðslan drap mammu og pápa

Hóast tær mistu bæði mammu og pápa í ógvusligari ferðsluvanlukku, fingu tær einki tilboð um sálarliga kreppuhjálp. Systrarnar, Elisabeth Eldevig, Anna Háberg og Rita Syderbø greiða frá, hvussu tað er, tá ferðslan drepur tey, sum tú elskar

Tað er fyrri hvítusunnudagur, og veðrið er gott. Sólin speglar sær í svarta asfaltinum, og hóast fjøllini framvegis ikki eru heilt grøn, tykist tað, sum summarið longu er komið. Rosa, Ditleif og ommu- og abbasonurin, Jann, hugna sær í bilinum á veg suður til Havnar.

Jann er í Føroyum í feriu hjá ommu og abba, og nú skulu tey til fastrina í Havn til døgurða. Abbin og omman eru sunnudagspyntað og í góðum lag. Abbin stýrir tryggur bilinum, og omman við sínum lætta lagið prátar og syngur.

Men á landsvegnum við Sandvíkarhjalla endar alt í einum stórum braki. 78 ára gamli Ditleif Eldevig doyr beinanvegin, meðan 77 ára gamla Rosa fær tíð at staðfesta, at maðurin er farin, áðrenn hon eisini fer.


Tey sum sita eftir

Ditleif og Rosa andaðust og fingu frið. Men eftir sótu børn, ommu- og abbabørn, skyldfólk og vinir og skiltu einki. Ferðsluvanlukkan tók bara nøkur sekund, men skelkurin og sorgin situr enn tung í kroppinum hjá einari heilari familju.

Døturnar, Elisabeth Eldevig, Anna Háberg og Rita Syderbø hava í samband við minningardag teirra ferðsludeyðu valt at standa fram og fortelja um, hvussu tað var at missa foreldrini í einari so meiningsleysari ferðsluvanlukku.

Tær ynskja at siga teirra søgu, fyri at vit sum samfelag kunnu duga betri at lofta einari slíkari álvarsligari vanlukku.

- Vit fortelja ikki okkara søgu, fyri at onnur skulu taka synd í okkum. Tað snýr seg ikki bara um hetta málið, men um hvussu vit sum samfelag lofta einari ferðsluvanlukku sum tí hjá mammu og pápa, sigur Elisabeth.

Serliga er tað manglandi kreppuhjálpin til avvarðandi, sum tær vilja varpa ljós á.

Í dag veit man, at skjót kreppuhjálp ger stóran mun fyri fólk, sum hava verið úti fyri ógvusligum og skakandi upplivingum, og tilbúgvingarætlanir fyri stórar vanlukkur umfata eisini sálarliga kreppuhjálp.

Søgan um ferðsluvanlukkuna á Sandvíkarhjalla er millum annað ein søga um manglandi kreppuhjálp.


Dagurin, tá verðin stegðaði

Vanlukkudagin skuldu Rita og maðurin fara ein túr norður eftir, tá ein vinkona ringir og biður tey ikki fara, tí ein stór ferðsluvanlukka var hend noðran fyri Hvítanes, og tað fór at taka eina løtu, áðrenn koyrandi var aftur.

Vinkonan og maðurin vóru fyrst á staðið, men tey sóu ikki beinanvegin, hvørji fólk vóru í bilunum.

Rita tosaði við vinkonuna, og hendan greiðir frá, at talan var um eitt eldri par og ein ungan drong.

- Hetta passaði til mammu og tey, og eg visti at tey skuldu suður til systir mína. Og so funnu vit út av, at tað veruliga vóru tey.

Frá fólki á staðnum visti familjan, at pápin var deyður, men at mamman livdi, tí onkur hevði tosað við hana. Og ommu- og abbasonurin livdi eisini.

Tí skundaðu tey sær øll út á Landsjúkrahúsið. Tey vildu síggja, at pápin veruliga var deyður, og tey vildu vera um mammuna og Jann.


Fingu einki at vita

Men á Landssjúkrahúsinum var alt kaos. Tað var heilgidagur, og kanska vóru starvsfólkini eitt sindur færri enn vanligar dagar. Í øllum førum var ikki orka at taka sær av teim avvarðandi.

- Vit vóru koyrd inn í eitt rúm og biðin at bíða har, til starvsfólkini á sjúkrahúsinum kundu siga okkum meira, greiðir Rita frá.

Og har sótu tey í tveir heilar tímar. Í einum lítlum rúmi, uttan møguleika at síggja foreldrini og uttan kunning um, hvat fór fram, og hvussu mamman hevði tað.

- Tað var ræðuligt bara at skula sita har og einki vita, sigur Anna.

- Sjálvandi vildu vit sleppa til mammu, tí vit høvdu hoyrt, at hon livdi, leggur Elisabeth afturat.

Mamman var deyð, áðrenn hon var koyrd í sjúkrabilin, men hetta vistu børnini ikki. Og eingin kunnaði tey um tað.

- Eingin kundi siga okkum nakað, og vit fingu ikki loyvi at fara úr lítla rúminum, leggur Anna afturat.

Í tveir tímar vistu tey einki, uttan tað at pápin var deyður. Tey vistu ikki, um tað stóð um lív hjá hinum, og tey vistu ikki, um tað var pápin, sum hevði skyldina av vanlukkuni.


Tørv á hjálp

Hóast tær hava havt hvørja aðra og hini systkini, so eru tær tríggjar systrarnar samdar um, at fólk, sum uppliva so brádligan og ógvusligan miss, hava brúk fyri sálaraligari hjálp.

- Tá vit hugsa aftur á dagin úti á Landssjúkrahúsinum, undra vit okkum á ta ráðgeving og hjálp, vit sum avvarðandi fingu, sigur Elisabeth.

Tá familjan endiliga slapp úr rúminum, var tað løgreglan, sum stóð klár at taka yvir. Løgreglan greiddi teimum frá, hvat var hent, og systrarnar eru samdar um, at kunningin frá løgregluni var framúr.

- Men tá løgreglan kom, slepti Landssjúkrahúsið, og starvsfólkini trektu seg aftur, sigur Rita. Eingin segði nakað um sálarliga kreppuhjálp.

Sjálvt ommu- og abbasonurin, Jann, fekk einki tilboð um sálarliga hjálp. Tá ið tað var staðfest, at hann ongan likamligan løst hevði fingið, var hann útskrivaður sama dag.

- Hann, sum hevði upplivað og sæð ommu og abba sín lata lív á ein so skilaleysan hátt, var bara sendur heim, sigur Anna hugsunarsom.

- Beint tá hugsaðu vit ikki um tað, vit royndu bara at klára tað praktiska, sigur Elisabeth.

- Men professionel heilsustarvsfólk áttu at sæð og kunna okkum um tørvin á sálarligari hjálp, staðfestir hon. Systrarnar nikka.


Endi

Nógv fólk vóru til jarðarferðina, og nógv hava sýnt sína samkenslu. Rosa og Ditleif vóru avhildin fólk. Men tey eru farin.

Húsini í Fuglafirði eru nú ruddað, og hálvtómi kaffikoppurin víð reyðari varrastift á, sum stóð á borðinum í køkinum sum seinasta heilsan frá mammuni, er tømdur og vaskaður. Seinasta bókin, sum pápin las, 90 Minutter i Himmelen, er eisini niðurpakkað. Hon minnir á vónina, men eisini á veruleikan. Tey eru ikki her.

- Fólk siga so nógv løgið, tá tey royna at vísa samkenslu. Onkur hevur sagt, at tað var Guds vilji, og onkur hevur sagt, at tá tú hevur gudstrúgv, hevur tú ikki tørv á sálarligari hjálp. Men hetta er fullkomiliga misskiltur uggi, sigur Elisabeth.

Tær nikka allar. Kanska kundu tær funnið upp á at hugsa okkurt líknandi fyri tveimum árum síðani. Men í dag vita tær betur. Ferðsludeyðin rakar hart.





Myndatekstur:

Elisabeth Eldevig, Anna Háberg og Rita Syderbø greiða í greinini frá, hvussu tað var, tá foreldrini doyðu í ferðsluvanlukku. Og tær undrast á ta hjálp og viðgerð, sum tey avvarðandi fingu á Landssjúkrahúsinum.

- Eingin tosaði um sálarliga kreppuhjálp. Sjálvt ommu- og abbasonurin, sum hevði verið við í bilinum fekk einki tilboð um sálarliga hjálp. Tá ið tað var staðfest, at hann ongan likamligan løst hevði fingið, var hann útskrivaður sama dag, greiðir Anna Háberg frá.