Bilførarar, ið vóru á veg úr Havnini eftir loknan arbeiðsdag um fýra tíðina í dag, blivu eitt sindur seinkaði, tá tey komu til Kollfjarðartunnilin. Eitt smærri ferðsluóhapp gjørdi nevniliga, at tunnilin mátti steingjast eina lítla løtu.
- Ein bilur rendi upp í afturpartin á einum øðrum, so ferðslan bleiv steðgað, meðan bilarnir blivu fluttir. Ongin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men tað skapti eina bilrøð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Tað hevur annars verið øgiliga hált kring landið í dag, og Landsverk ávarar enn um hálku á Oyndarfjarðarvegnum, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Høgareyn, í Vatnsoyrum, við Velbastaðháls og í Sandoynni.