Ferðsluóhapp í Kollafirði í morgun

Ein bilur rendi á ein seyð uttanfyri bygdahúsið í Kollafirði um seks tíðina í morgun. Bilurin steðgar sjálvandi tá hendingin fer fram, men ein annar bilur, ið var aftanfyri, fær ikki tíð at steðga og renur á bilin frammanfyri, ið hevði rent á seyðin. Bilarnir fóru illa, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

 

Ein eldur var í einum bilhúsi á Skála um sjey tíðina í morgun. Tað er enn eitt sindur ógreitt hví eldur kom í, men sambært løgreglustøðini bleiv tað kannað. Sløkkiliðið á Skálafjørðinum kom á staðið.