Ferðsluóhapp: Skaðar á høvd og kropp

Løreglutíðindi

Leygarmorgunin koyrdi ein 19 ára gamal drongur útav millum Gamla Enda og Lambafellið. Drongurin var á veg norðureftir, tá óhappið hendi. Hann varð slongdur út úr bilinum, og lá á vegnum við síðuna av bilinum, tá løgreglan kom á staðið.
? Førarin hevði mist tamarhald á bilinum, og hevði koyrt yvir í hina síðuna á vegnum, har hann síðani er farin útav, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Drongurin hevur helst ligið leingi áðrenn óhappið er fráboðað, tí bilurin var kaldur, og tað var hann eisini. Hann hevði fingið smærri skaðar á høvd og kropp.
Politiið sigur, at tað er onki sum bendir á, at talan er um spirituskoyring.