Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðardali, beint á krossinum, har Oyggjarvegurin og Vegurin ígjøgnum Kollafjarðardal, møtast.
Ein bilur, sum var á veg norður eftir steðgaði, tí hann skuldi snara niðan á Oyggjarvegin, men tað ansaði ein bilur, sum kom aftan á ikki, og rendi beint á. Bilurin, sum varð árendur, fór tvørur á vegnum, so ferðslan er illa tarnað í morgun.
Har eru langar bilarøðir, tí tað er bara so dánt koyrandi í tí eina sporinum. Løgreglan sigur, at sjúkrabilur er sendur á staðið, men tað er mest av trygdarávum, tí í fyrstu atløgu varð ikki mett, at talan er um nevniverdan fólkaskaða.