Ferðslulógin broytast

1. juli í ár, altso um tríggjar vikur, verður føroyska ferðslulógin broytt nakað

Broytingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um trý ting. Tey trý tingini eru, at forboð verður sett ímóti lítlum breytmotorsúkklum ella teimum sokallaðu “pocketbikes,” at revsingin fyri at koyra við yvirvekt við tungum akfari verður nógv herd, og at trygdarreglurnar fyri koyring við motorsúkklu verða herdar. Hesar broytingar snúgva seg serliga um børn á motosúkklu. Frá 1. juli skulu børn verða fylt átta ár, um tey skulu ferðast á motorsúkklu, og tey skulu vera í fastspentum hjálmi.