Ferðsluleiðarin sovnaði

Hendingin, tá eitt tok rendi á ein skúlabuss í Egyptalandi í gjár, hevur higartil kostað ráðharranum í samferðslumálum og stjóranum í tí almenna tokfelagnum starvið.

Tað er komið fram, at vanlukkan hendi, tí at maðurin, sum skuldi leiða ferðsluna tvørtur um jarnbreytina, var sovnaður. Úrslitið av hesum var, at eitt tok rendi á ein buss við 60 børnum , sum vóru millum fýra og 12 ára gomul. 47 børn og fýra vaksin fólk doyðu.

Foreldur at børnunum hava mótmælt, og í dag kyndu tey bál á jarnbreytini fyri at steðga tokferðsluni. Tey siga, at fólk hava fleiri ferðir kært seg um, at trygdin á hesum jarnbreytarteininum var ikki nóg góð, men at myndugleikarnir einki hava gjørt fyri at bøta um trygdina. Og nú var ov seint.

Maðurin, sum hevði ábyrgdina av at leiða ferðsluna um jarnbreytina, er handtikin.