Ferðslutrygd fær blákrossviðurkenningina

Landsnevndin hjá Bláa Krossi Føroya hevur á fundi gjørt av, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd skal hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000.

Landsnevndin hjá Bláa Krossi Føroya hevur á fundi gjørt av, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd skal hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000.

- Ráðið Fyri Ferðslutrygd fær hesa viðurkenning fyri sítt upplýsandi og ráðgevandi arbeiði um rúsdrekka og ferðslu millum ung, sigur landsnevndin hjá Bláa Krossi í grundgevingini fyri viðurkenningina.

Í hesum sambandi bjóðar Blái Krossur til eina lítla samkomu í dagtilhaldinum "Kafé Blákrosstovan" í Kongagøtu 8 týsdagin 10. oktober kl. 15.00. Aðalskrivarin hjá Bláa Krossi Føroya fer at handa einum umboði frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd heiðursbræv á samkomuni.