43 fólk doyðu, og 20 fingu skaða, tá ein lastbilur við viðfestivogni og ein bussur stoyttu saman í landspartinum Veracruz har eysturi í Meksiko í gjár. Tær fyrstu kanningarnar hjá løgregluni benda á, at viðfestivognurin hjá lastbilinum loysnaði, so bussurin rendi á hann.
Ferðsluvanlukkur eru rættiliga vanligar í Meksiko. Í einari aðrari ferðsluvanlukku í gjár doyði eitt fólk, og 36 fingu skaða, og fyri fjúrtan døgum síðani kravdi ein vanlukka 14 mannalív, tá ein bussur rendi á eitt træ, sum var dottið niður í illveðri.
Ein uppgerð hjá meksikonsku tryggingarfeløgunum vísir, at umleið 24.000 fólk doyggja í ferðsluni har um árið, og sostatt krevur ferðslan fleiri mannalív enn rúsevnastríðið.