Ferðsluvanlukka í Vágum kravdi trý mannalív

Ferðsluvanlukkan, sum hendi á Sandavágshálsi stutt fyri middag í dag, kostaði trimum fólkum lívi.

Tað skrivar løgreglan í nýggjum tíðindaskrivi, sum er sent út fyri løtu síðan. Í tíðindaskrivi, sum løgreglan sendi út fyrr í dag, varð kunnað um, at alarmsentralurin klokkan 11.25 fekk fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Sandavágshálsi, og at støðan var rættiliga álvarslig.

Í fyrsta umfari vildi løgreglan ikki siga stórvegis, tí tey avvarandi skuldu kunnast, og tað er nú hent. Tí hevur løgreglan sent út nýtt tíðindaskriv, har boðað verður frá, at trý fólk hava latið lív í einari av ógvusligastu ferðsluvanlukkum í Føroyum í longri tíð.

Í seinasta tíðindaskrivinum váttar løgreglan, at talan var um eina sera álvarliga ferðsluvanlukku, og at allir tríggir persónarnir, sum vóru í bilinum doyðu. Tveir doyðu á staðnum og hin triði doyði seinni á Landssjúkrahúsinum.

Talan er um tríggjar menn, sum eru ávikavist 55, 51 og 48 ára gamlir.

Bilurin var á veg av flogvøllinum til Havnar.