Sorgarliga ferðsluvanlukkan, sum hendi í gjár í Vágum og tók trý mannalív við sær, fær eisini umrøðu uttanlands. Tveir teirra sum doyðu høvdu júst verið til oyggjaleikir á Bermuda í arbeiðsrørindum fyri føroyska badminton, og tað er í sambandi við teirra ferð, at útlendskir miðlar skriva.
Bermuda Sun skrivar millum annað, at forsetin í oyggjaleikanevndini, Jon Beards, hevur víst sína samkenslu til tey avvarðandi vegna nevndina og allar undirliggjandi ítróttarnevndir. Jon Beard sigur, at nevndin er eyðmjúk um, at teir báðir Høgni Carlsson og Vilhjálmur Gregoriussen upplivdu sínar síðstu dagar á fold á oyggjaleikunum, har teir høvdu nakrar frálíkar dagar. Vit vóna, at tað kann ugga tey, sum sita eftir eitt lítið sindur í hesu sváru tíð, sigur Jon Beard.
Lesið meira her:
bermudasun.bm/Content/SPORTS/Sports/Article/Tragedy-hits-Island-Games/8/203/68666
Sorgarleikurin hevur eisini verið umrøddur í grønlendska Sermitsiaq:
sermitsiaq.ag/to-faeroeske-island-games-deltagere-draebt
Myndin: Høgni (v.m) og Vilhjálmur (h.m)