Ferðafólkatalið øktist 152 prosent í august

- Vit vita, at farsóttin framvegis kann ávirka, men positiva gongdin heldur fram, og vit laga okkum til góðu gongdina, sum er í løtuni, sigur Geir Karlsen, samtaksstjóri í Norwegian.

Flogfelagið Norwegian, sum hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatalinum í summar, hevði eisini stóran vøkstur í august. Nú verða ferðamálini enn fleiri, eftir at tað hevur gingið so væl hjá felagnum seinastu mánaðirnar.

 

Tað skrivar heimasíðan e24.no.

 

Í august mánaði flutti flogfelagið 790.220 ferðafólk, sum er ein vøkstur í mun til august 2020 á 152 prosent.

 

- Øll, sum starvast hjá Norwegian, fegnast um góðu gongdina. Vit hava arbeitt hart fyri hesum, og vit vilja halda fram við at veita upplivingar til viðskiftafólk, samstundis sum vit arbeiða fyri at reka flogfelagið so effektivt sum gjørligt.

 

Tað sigur samtaksstjórin í Norwegian, Geir Karlsen.

 

Talið av bíløgdum ferðum fer eisini at veksa í tíðini, sum liggur fyri framman. Hetta hendir samstundis, sum fleiri og fleiri gerast koppsett, og tí ES og EBS lond góðtaka koronu-pass við landamørkini.

 

- Við økta eftirspurninginum sum grundarlagi, hevur flogfelagið eisini økt um ferðatilboðini til heystar. Vit hava nevniliga latið fleiri rutur upp aftur, sum vit ikki hava flogið síðan farsóttin tók seg upp.

 

Samtaksstjórin vísir á, at nú er møguligt hjá ferðandi aftur at flúgva til fleiri býir í Evropa, sum eitt nú Pisa, Edinburg, Munchen, Prag og Wien.

 

- Vit vita, at farsóttin framvegis kann ávirka møguleikarnar hjá fólki at ferðast, men positiva gongdin heldur fram, og vit laga okkum til góðu gongdina, sum er í løtuni, sigur  Geir Karlsen við e24.no.