Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um útlendingar, sum arbeiddu sum ferðaleiðarar í Føroyum uttan arbeiðsloyvi. Talan var um ferðaleiðarar, sum vóru í Kalsoynni.
Løgreglan stóð fyri teimum, tá teir komu aftur úr Kalsoynni, og handtók persónarnar, sum hava sitið í arrestini í nátt.
Teir skulu framstillast í dag klokkan 13 í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at teir eru handtiknir, tí teir sambært útlendingalógini skulu hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða sum ferðaleiðarar í Føroyum. Og tá er tað líka mikið, um teir fáa gjald fyri arbeiðið ella ikki.
Dagføring: Vit frætta nú av politistøðini, at tað ikki verður rættarfundur, men at ferðaleiðararnir verða afturhildnir tríggjar ferðir 24 tímar, galdandi frá klokkan 16 í gjár.











