Kjakið um øll tey mongu ferðamannaskipini, sum vitja Grønland, er í hæddini, nú Grønland í ár setir met við fleiri enn 600 vitjandi ferðamannaskipum.
- Men, hvat vendir upp, hvat vendir niður, og hvat bíðar í havsbrúnni?
Tað er spurningurin, sum grønlendska ávísin, Sermitsiaq, setir sær og roynir at svara.
Í Grønlandi er greitt, at veksandi ferðavinnuídnaðurin kemur at skapa broytingar, og ferðavinnan kemur at seta spor í grønlendska gerandisdagin.
- Tað er ikki bara ein sannleiki um ferðavinnuna, tá ræður um ferðamannaskipini, men tað eru fleiri sannleikar, skrivar Sermitsiaq.
Sagt verður, at frábrigdini skulu við í kjakið um ferðavinnuna.
Tað siga bæði lokalu aktørarnir, sum arbeiða í ferðavinnuni, og tað sigur eisini ráðið í grønlendska landsstýrinum, sum tekur sær av handli og vinnulívi.
Í svari til fyrispurning um hesi viðurskifti, vísir landsstýriskvinnan, Vivian Motzfeldt, á, at mong halda, at Grønland ikki tjenar pengar uppá ferðamannaskipini.
Men, tað eru veitarar í Grønlandi, sum antin heilt ella partvís liva av ferðamannaskipum.
- Skipini hava stóran týdning fyri, at hesar fyritøkur kunnu yvirliva sum ferðavinnufyritøkur og kunnu hava lokal fólk í starvi.
Vivian Motzfeldt vísir á, at fleiri fyritøkur eru til reiðar við sínum roknskapum og greiningum at prógva týdningin av hesum virksemi.
##med2##
Sambært landsstýriskvinnuni er neyðugt við tøttum samskifti millum ferðavinnuna og fólkið, tá ræður um menningina av ferðavinnuni í Grønlandi.
- Landsstýrið er ikki í iva um, at tað nokk skal eydnast at menna Grønland til at gerast ein ferðavinnuattraktión í arktiskum toppklassa.
Hon sigur, at hetta kemur at merkja nýggj arbeiðspláss og kemur at skapa búskaparliga menning, sum kemur at gera ferðavinnuna til ein týdningarmiklan part av menningini.
- Men, vit skulu tryggja okkum, at menningin er á burðardyggum grundarlagi og við einari ferð, har vit kunnu fylgja við, sigur Vivian Motzfeldt.
Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag